
Enn ein finala hjá kvinnum og meira grønt gull. Eins og síðsta ár var grannafinalu um steypið í Faxe Kondi kappingini, og hóast vanligi heimavøllurin hjá havnarfeløgunum varð skiftur út við nýggju stórhøllini í Havn, var úrslitið tað sama: Kyndil vann samanumtikið greitt.
Í 2024 endaði tað 29-21. Hesaferð stóð tað 23-29 á máltalvuni, tá samanum kom. Neistin hekk tó í favorittunum eina góða løtu; til álopsspælið gjørdist ov hakkut, mistøkini gjørdust og nógv, og Kyndil "koyrdi tað heim".
Leikferðin var ógvuliga høg fyrstu løtuna, og málini raplaðu inn í báðum endanum í løtum. Bæði liðini megnaðu væl at fáa kontraálopini og fyrstu bylgju at sita, og royndi hallarspeakarin úr Klaksvík hevði úr at gera.
Turið Arge Samuelsen legði út sum eitt óløgi við trimum málum fyrstu fimm minuttirnar, men Neistin fekk síðani tálma henni rímiliga væl við skuggaverju - fram til seinastu løtuna tá nummar 33 var við at steingja hurðina fyri Neistin við nøkrum flottum atgerðum.
Tær í bláum hildu sum vera man vakið eyga við Turið Arge Samuelsen. Tað eydnaðist væl í løtum men kostaði eisini...og Turið skeyt 7 mál í finaluni
Bjarta Johansen var serliga eyðsýnd í álopsspælinum í 1. hálvleiki (7 mál), har hon millum annað økti beint fyri steðgin. Í 2. hálvleiki koyrdi væl í verjuni hjá Kyndli (Myndir: Jens Kr. Vang)
Verjuhátturin gav meira pláss til Bjartu Johansen, sum spældi ein stóran dyst í álopi og verju. Royndi landsliðsspælarin gjørdist toppskjútti í finaluni við heili 10 málum. Eisini varð hon kosin dagsins spælari.
Álopsspælið hjá Neistanum var ofta skjótt og gott, og sum heild var tekniska stigið høgt í 1. hálvleiki, sum endaði 17-15 til favorittarnar í Kyndli.
Ein sat við kensluni av, at tær í bláum vóru heilt við, men tað gjørdist ongantíð háspenningur í Hoyvík. Kyndil bygdi sær skjótt eftir steðgin eina leiðslu upp, sum lá um tey fýra málini leingi.
Neistin hevur eitt nakað meira óroynt lið enn grannarnir, og tað sást eisini so líðandi. Væl fleiri mistøk vóru í 2. hálvleiki sum heild, og Neistin fekk sjálvdan rúmtu í sítt álopsspæl.
Toppskjúttin Hervør Niclasen skoraði framvegis væl av vinstra vongi, men Kyndil pakkaði betri saman mitt fyri, Jovana Strajanac hevði neyðugu bjargingarnar í málinum, og seinastu minuttirnar var eingin ivi.
Jovana bjargar brotskasti...
Fjepparar hjá Kyndli stórfegnast (Myndir: Jens Kr. Vang)
Annar steypafinalusigurin á rað hjá Kyndli og tann triði seinastu fýra árini. Nú er næsta málið at endurvinna greipuna.
Faxe Kondi steypafinalur 2025 - tey vaksnu
Leygardagin 22. februar:
Kvinnur: Neistin – Kyndil 23-29 (15-17)
Dystargongdin:
5 min: 3-4
10 min: 6-6
15 min: 9-11
20 min: 10-13
25 min: 12-14
30 min: 15-17
35 min: 16-19
40 min: 18-22
45 min: 19-23
50 min: 21-24
55 min: 22-28
60 min: 23-29
Toppskjúttar:
Kyndil: Bjarta Johansen 10 mál, Turið Arge Samuelsen 7 mál
Neistin: Hervør Niclasen 6 mál
Bjarta Johansen vísti styrki á strikuni og í miðverjuni og varð toppskjútti við heili 10 málum í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)
Klokkan 19.30: H71 – VÍF (Menn)
Tjarnir er hesaferð karmur um steypafinalurnar (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald