![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Triðja FM-finalan í SMS-deildini er júst liðug. Hetta kundi gerast tann seinasta, og hetta hendi eisini í Hoyvíkshøllini, sum Kyndil í dag hevði sum heimavøll. Kyndil vann 23-19
Tær í grønum skoraðu fýra tey fyrstu málini í dystinum, men tá StÍF kom í gongd var tað ein ógvuliga javnur og inntensur dystur. Hann var merktur av nógvum mistøkum og ikki avgjørdur fyrrenn seinastu minuttirnar, tá tær í grønum fóru frá.
Kyndil hevði aftur stórar trupulleikar við at loysa tað í álopsspælinum, har Turið Arge Samuelsen varð so at siga mansvard allan dystin. Ein rúgva av brendum skotum vóru, og í 2. hálvleiki hevði Momoko Debes eina rúgvu av stórbjargingum í StÍF.
Kyndil stríddist aftur í dag viðat finna loysnirnar
Jovana í málinum gjørdi aftur stóran mun (Myndir: Sverri Egholm)
Ímóti endanum fingu serliga Barbara Hammer og Nadja Pejovic tó neyðugu málini. Kyndla-verjan var eisini fantastisk í 2. hálvleiki, har StÍF bert skoraði sjey mál. Jovana Stranjanac var aftur ein stórur faktorur í málinum, har Gylta Djurhuus á Neystabø eisini kom inn eina løtu og gjørdu mun.
Nakrar av teimum heilt ungu hjá Kyndli vóru við at taka ábyrgd. Hetta á einum degi har tað var stirvið og strævið móti stríðsfúsum StÍF-liði sum eftir stórtap í fyrstu finaluni veruliga hevur víst tenn í aðru og triðju finaluni og bjóðað Kyndli upp til dans.
Tað vóru tó favorittarnir, sum uppiborið vunnu FM - tað fyrsta hjá felagnum síðani 2019. Steypakappingin kom í hús í februar, og harvið hevur Kyndil nú vunnið greipuna - eins og fyri fimm árum síðani.
Samrøður og meira seinni.
Triðja FM-finalan í SMS-deildini
Í dag, leygardagin 4. mai, í Hoyvíkshøllini
Kyndil (3) - StÍF (0) 23-19 (11-12)
Toppskjúttar: Natasja Hammer 8 mál, Turið Arge Samuelsen 6 mál
Dómaraseðil og dystargongd her
Dystargongdin:
5 min: 2-0
10 min: 4-1
15 min: 4-4
20 min: 6-8
25 min: 10-9
30 min: 11-2
35 min: 12-14
40 min: 13-14
45 min: 14-15
50 min: 17-17
55 min: 19-18
60 min: 23-19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald