Hondbóltur

Kyndil er nær finaluplássið

Favorittarnir úr Havn vunnu við seks málum í Vestmanna. Lagt er nú upp til, at avgerðin fellur á Hálsi leygardagin.

Rannvá Olsen og VÍF royndu, men Kyndil var omaná í Vestmanna í kvøld. Silja Geirsdóttir Eystberg og hinar kunu tryggja sær finaluplássið leygarkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rannvá Olsen og VÍF royndu, men Kyndil var omaná í Vestmanna í kvøld. Silja Geirsdóttir Eystberg og hinar kunu tryggja sær finaluplássið leygarkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-17 21:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann seinna hálvfinalan í SMS-deildini í kvøld gjørdist ikki eins spennandi sum hin. Á Skála vann heimaliðið við trimum, men tað var ógvuliga tætt, til farið var undir seinasta minuttin.

Les eisini: StÍF tók sigurin á Skála seinastu løtuna

Í Vestmanna varð tað í roynd og veru avgjørt nakað áðrenn. VÍF hevði stríðst rímiliga væl fyri at hingið í, í 2. hálvleiki, men frá 18-22 tá seks minuttir vóru eftir, gjørdist tað skjótt 18-26. Munurin var at enda seks mál.

Liðini fylgdust tað mesta av 1. hálvleiki. Eftir nakað skinklut álopsspæl vísti Kyndil meira, sum hálvleikurin nærkaðist endanum, og VÍF-mistøkini øktust. Tað kundi verið meira, men heimaliðið gagnnýtti útvísing hjá Kyndli og skoraði tvey tey seinastu málini í hálvleikinum. Tað var 11-13 í steðginum.

Hjá VÍF hekk nógv á spælskiparanum Rannvu Olsen. Hon bjóðaði av ferð eftir ferð og royndir at seta spælið upp. Rannvá gjørdist eisini toppskjútti hjá heimaliðnum við fimm málum. Eldra systurin, Agnas, varð toppskjútti í fjórðingsfinalusigrinum í Hoyvík síðsta vikuskifti, men kundi ikki hava nakran leiklut á vøllinum í dag. Sum skilst var talan um sjúku, ið darvaði.

Hetta var annars kanska møguleikin hjá VÍF: Ein sigur í heimadystinum kundi givið góðar vónir, áðrenn leiðin gongur til Havnar.

Kyndil spældi ikki sín besta dyst, men var so mikið sannførandi í nøkrum tíðarskeiðum, at fyrsti hálvfinalusigurin gjørdist tryggur. Tær í grønum sóu eisini út til at hava gott tamarhald á, sum 2. hálvleikur leið. Verjan og Jovana Stanjanac í málinum gjørdu eisini sítt samanlagt, og nú leygarkvøldið 21. apríl kunnu FM-favorittarnir spæla seg í FM-finalurnar.

Fyrstu hálvfinalurnar í SMS-deildini
Í dag, mikudagin 17.04 

VÍF - Kyndil 20-26 (11-13)
Toppskjútti: Turið Arge Samuelsen 7 mál

Sí dómaraseðil og dystargongd her

StÍF - Neistin 27-24 (16-14)
Toppskjúttar: Bjørk Franksdóttir Joensen (Neistin) 8 mál, Natasja Hammer (StÍF) 7 mál

Sí dómaraseðil og dystargongd her

Liðið, ið fyrst vinnur tvær hálvfinalur, spælir seg í FM-finalurnar. Tað er "best av trimum

Aðru hálvfinalurnar
Leygardagin 21.04 í Høllini á Hálsi

15.00: Neistin (0) - StÍF (1)
17.30: Kyndil (1) - VÍF (0)

Rættað og dagført: 23.51

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder