Hondbóltur

Kyndil kann koma í finalurnar við sigri seinnapartin

Tær í grønum vunnu fyrstu hálvfinaluna við átta málum - Neistin skal koma við meira í hesari grannauppgerðini fyri at halda lív í FM-vónini.

Turið Arge Samuelsen var ikki til at stegä í frystu hálvfinaluni, har hon skeyt 16 mál. Neistin skal finna eina loysn uppá tað í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Turið Arge Samuelsen var ikki til at stegä í frystu hálvfinaluni, har hon skeyt 16 mál. Neistin skal finna eina loysn uppá tað í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-04-23 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 tryggjaði sær í gjár pláss í FM-finalunum. Hoyvíkskvinnur hava alt árið verið í favorittleiklutinum, og eru tað framvegis. Nú er so spurningurin, hvør skal royna at bjóða teimum av næstu vikurnar.

Tað verður annað av havnarfeløgunum. Kyndil liggur betri fyri, tí tað eydnaðist at vinna fyrstu hálvfinaluna mikukvøldið 27–19. Samanlagdi málmunurin hevur einki at siga, tá tað er FM-hálvfinalur, men greiði sigurin hevur helst eisini sálarligan týdning. Nú skal Neistin vinna í dag fyri at fáa eina eyka hálvfinalu, og tað gjørdist týðiligt gjøgnum fyrsta dystin, at Neistin hevði nakað at arbeiða við.

Fríggjadagin mettu viðmerkjararnir Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen um hálvfinalurnar hjá kvinnum. Teir staðfestu millum annað, at Neistin skal finna nøkur onnur ting fram sunnudagin.

[object Object]
Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinir hjá Neistanum skulu stríðast fyri rættinum at spæla móti H71 í FM-finalunum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var serliga í álopinum, at tað haltaði hjá teimum í bláum. Kyndils-verjan stóð stinn, og Jovana Strajanac í málinum eisini. 7 móti 6 spæl fekk ikki loyst upp fyri hesum, og dysturin gjørdist ongantíð heilt spennandi. Neistin skal eisini finna ein hátt at tálma Turið Arge Samuelsen. Hon skoraði 16 av teimum 27 málunum, og tað snýr seg um, at hon og Kyndil millum annað ikki sleppa so lætt at renna kontra.

Neistin hevur avgjørt dygdir á sínum liði. Javnt hevur verið millum liðini í grundspælinum og í innanhýsis dystum annars, og í hálvfinalunum hjá monnum vísti H71 at man kann venda tí eftir átta-máls tap í fyrsta dystinum. Slíkir dystir liva ofta eisini sítt egna lív, og tað hevði verið løgið, um hálvfinalan í dag ikki gjørdist javnari í øllum førum.

Fyrsta bríksl á Hálsi verður klokkan 15. Portalurin er á staðnum við myndatólinum, mikrofon o.s.fr.

Í dag, sunnudagin 23.04 - hálvfinala 2 í Høllini á Hálsi
15.00: Kyndil (1) - Neistin (0)

FM-hálvfinalur

Í gjár, leygardagin 22.04 - hálvfinala 2 í Hoyvíkshøllini
H71 - Stjørnan 38-29 (21-15)

H71 víðari til FM-finalurnar

Toppskjúttar (H71): Jana Mittún 11 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 7 mál
Toppskjúttar (Stjørnan): Julia Nalivko 10 mál, Tóra Eliasen 8 mál

Sí dómaraseðil her

Dystargongdin:
5.min: 5-2
10 min: 7-5
15 min: 11-6
20 min: 15-10
25 min: 18-13

35 min: 24-18
40 min: 29-19
45 min: 31-21
50 min: 34-25
55 min: 34-27

Les eisini: 
Eingin ivi í Hoyvikshøllini
Myndir: H71 - Stjørnan

Samrøður:
Maria Halsdóttir Weyhe: - Fara eftir greipuni við øllum sum vit hava
Annika Karlsdóttir Ljósstein: - Vóru øgiliga bangnir spælarar í byrjanini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder