Hondbóltur

Kyndil koppaði grannunum í finaluni

Tær í grønum vunnu greitt, og serliga vóru tað Turið Arge Samuelsen og Jovana Stranjanac, sum skinu á Hálsi..

Stórir partar av dystinum eydnaðust tingini ikki væl hjá Neistanum móti sterka kyndlaliðnum - hetta er sættu ferð í søguni, at kyndlakvinnur vunnu steypagull (Mynd: Jens Kr. Vang)

Stórir partar av dystinum eydnaðust tingini ikki væl hjá Neistanum móti sterka kyndlaliðnum - hetta er sættu ferð í søguni, at kyndlakvinnur vunnu steypagull (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-17 18:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grannafinalan í dag koppaði greitt til tær í grønum úr Kyndli. Tað var skjótt, at Kyndil fekk yvirtakið móti einum heldur nervaðum Neistaliði, og tað endaði 29-21. Harvið hevur Kyndil nú vunnið steypakappingina seks ferðir á kvinnusíðuni.

Álopsspælið hjá Neistanum kom als ikki á flog í fyrra hálvleiki. Verjan hjá Kyndli - við Bjartu Johansen og Nadju Pejovic í miðverjuni og Karinu Debes Heinesen og Barbaru Hammer/Sólju Poulsen á 2'arunum var stinn, og vóru kanska serliga Karina og Bjarta eyðsýndar gjøgnum dystin. Kyndil fekk millum annað tálmað Bjørk Franksdóttir Joensen á høgra bakki væl, og Jovana Strajanac tók pippið frá skjúttunum í bláum - serliga fyri steðgin.

Í álpopsspælinum var tað serliga Turið Arge Samuelsen, sum gjørdi bart. Nummar 33 plagar at skora nógv mál, og á stóra pallinum í dag skoraði kraftmikla og kvika havnarkvinnan heili 15 mál. Hóast Neistin í løtum fekk sett verjuna eitt sindur betri, og Silja Arngrímsdóttir Müller kom inn til seinna helming av fyrra hálvleiki og nærum stongdi eina løtu, so eydnaðist ongantíð at støðga Turið heilt. Tá Neistin so fór at masnverja toppskjúttan nakað inn í 2. hálvleik gagnnýttu serliga royndu Bára Krossteig Hansen og Bjarta Johansen plássið væl.

[object Object]
Tað gekk ikki væl hjá Neistanum at bremsa glóðheitu Turið Arge Samuelsen - her skorar hon eitt av sínum 15 málum (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Bjarta Johansen og Karina Heinesen royndu av øllum alvi at tálma Mariu Pálsdóttir Nólsoy (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Skjóta Hervør Niclasen skoraði fimm mál og nøkur heilt flott... (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Men Jovana Stajanac var ein av stóru mununum í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

Neistin byrjaði annars heilt væl eftir steðgin og uppá bara stórar fimm minuttir, minkaðu tær í bláum um munin við fýra málum. Spælið fleyt nógv betri, og tá tók millum annað Hervør Niclasen stóra ábyrgd. Nýggi A-landsliðsvongurin skoraði trý flott mál hesa løtuna. 

Tað var minus eitt og minus tvey eina løtu, men so tók Geir Wardum leikbrá. Kyndil minkaði um mistøkini, meðan Neistin tveitti fleiri bóltar burtur. Munurin vaks skjótt aftur, og lá hann leingi um trý-fýra mál, áðrenn Kyndil fór avstað seinastu løtuna.

Mongu fjeppararnir í grønum kundu stórfegnast, nú Kyndil vann sannførandi og púra uppiborið. At tað eru væl fleiri royndir á Kyndla-liðnum kom til sjóndar. Neistin hevur nógvar heilt ungar spælarar - sannlíkt er, at hesi liðini eisini skulu spæla FM-finalur í vár. 

[object Object]
Fegnir kyndlaáskoðarar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Faxe Kondi finalan hjá kvinnan 
Leygardagin 17.02 á Hálsi
Kyndil - Neistin 29-21 (12-7)

Dystargongdin:
5 min: 4-2
10 min: 6-4
15 min: 9-6
20 min: 11-6
25 min: 11-7
30 min: 12-7
35 min: 13-11
40 min: 16-13
45 min: 20-16
50 min: 21-17
55 min: 24-19
60 min: 29-21

Toppskjúttar: Turið Arge Samuelsen 15*, Maria Pálsdóttir Nólsoy 7 (2)

Dagsins spælari

Bjargingar: 
Jovana Stranjanac (Kyndil):
14
Silja Arngrímsdóttir Müller (Neistin): 7

Útvísingar:
Neistin: 3
Kyndil: 4

Neistin hevur eina finalu eftir í dag. Menninir spæla móti VÍF klokkan 19. Dysturin sæst í KVF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder