Í gjár var Hoyvíkshøllin karmur um árligu stórsteypadystirnir, har tey bestu hondbóltsliðini farna kappingarár, kappa um Lionsbikarið.
Hjá kvinnunum vóru tað Kyndil og VÍF, sum hittust. Tey bæði hittust til finalu í steypakappingini og um føroyameistaraheitið, har Kyndil vann í báðum førum.
Og tað gjørdist eisini Kyndil, sum fór av stað við sigrinum í gjár. Kyndil vunnu dystin 33-30.
Toppskjútti hjá Kyndli var Turið Arge Samuelsen, sum skoraði 12 mál, og hjá VÍF var tað Liljan Müller, sum skoraði 10 mál.
Hjá monnunum hittust føroyameistarnir úr H71 og steypavinnararnir úr Neistanum, og vórðu tað H71, sum vunnu dystin 31-21.
H71 við Lionsbikarinum (Mynd: Honsbóltssamband Føroya)
Toppskjútti hjá H71 var Elias Ellefsen, sum skoraði 9 mál. Hjá Neistanum var tað Tróndur Kragesteen við 7 málum.
Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald