Hoyvíkshøllin var í dag karmur um teir báðar dystirnar, sum skutu hondbóltsveturin í gongd, tá bestu liðini hjá kvinnum og monnum síðsta ár hittust í steypadystum.
Hetta var sum vant eitt samstarv millum Lions Club í Føroyum og Hondbóltssamband Føroya.
Dystirnir hesaferð vóru millum Kyndil og StÍF hjá kvinnum og mansliðini hjá H71 og VÍF.
Strandakvinnur hava skift nógv út, men góvu Kyndli sum í fjør var flúgvandi, kapping. Serliga var tað nýggi StÍF-leikarin Josefine Dyring, sum gjørdi um seg við 16 málum.
Støðan í steðginum var 14-12 til Kyndil. Kyndil endaði tó sum vinnari 27-25. Kyndlakvinnur vunnu Lionsbikarið til ognar.
(Mynd: HSF)
Stórsteypadysturin hjá monnum vann H71. Í steðginum var javnt 12-12, men í seinna hálvleiki fingu vestmenningar ikki spælið at rigga. Hoyvíkingar vunnu 29-22.
Tað er Alzheimersfelagið, sum í ár fær ágóðan av fyrstu dystunum í bæði fótbólts- og hondbóltsárinum.
Kvinnur: Kyndil - StÍF 27-25 (14-12)
Menn: H71 - VÍF 29-22 (12-12)
(Mynd: HSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald