Hondbóltur

Kyndil og H71 vunnu stórsteypadystirnar

Hjá kvinnum var neyðugt við longdari leiktíð fyri at finna ein vinnara, meðan tað bara var eitt mál á muni hjá monnunum.

Natasja Hammer hjá Kyndli (Mynd: Jens Kr. Vang)

Natasja Hammer hjá Kyndli (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-05 20:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vóru tveir spennandi stórsteypadystir í Høllini á Hálsi í dag. Hetta eru dystir sum Lions Club í Føroyum skipar fyri beint undan kappingarbyrjan á hvørjum ári, og í ár var einki undantak.

Hjá kvinnum hittust H71 og Kyndil. Støðan tá liðini fóru til hálvleik var 14-11 til Kyndil, men tá 60 mintutir vóru leiktir var javnt 24-24. Í longdu leiktíðini var tað Kyndil sum dróg longra stráðið og vann 28-26.

Sí eisini: Myndir frá kvinnudystinum

[object Object]Niklas Højgaard Hanusarson hjá H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 og VÍF brustu saman hjá monnunum, og hesin dysturin gjørdist eisini spennandi. Hálvleiksstøðan var 10-9 til VÍF, men H71 endaði við at vinna dystin 23-22.

Sí eisini: Myndir frá mansdystinum

Hesaferð stuðla stórsteypadystirnir áktainum “Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi, sum er eitt tilboð til børn, ung og familjur, har rúsdrekka ella rúsevni fylla nógv, og fevnir átakið millum annað um einstaklingasamrøður, bólkasamrøður og familjuviðgerð.

H71-Kyndil kvinnur (28-26)
H71-VÍF menn (23-22)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder