Hondbóltur

Kyndil og VÍF skulu royna at verja síni steypaheiti

Í kvinnu- og havnarfinaluni er favorittleiklurin rímiliga greiðir. VÍF hevur vunnið innanhýsis dystirnar móti H71 í ár, men lagt er upp til eina ógvuliga spennandi mansfinalu.

2025-02-21 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ógvuliga tætt og dramatiskt, tá bæði Neistakvinnur og mennirnir úr Vestmanna seinasta vikuskifti spældu seg í Faxe Kondi-finalurnar.

Hinvegin vóru hoyvíksmenn samanlagt nakað omaná móti kollfirðingum, meðan Kyndilskvinnur vunnu greitt á Stjørnuni.

[object Object][object Object]
Neistin vendi avgjørdu í seinastu løtu í Hoyvík 

[object Object]VÍF sendi Kyndil út eftir brotsskastskapping 

Faxe Kondi-finalurnar hjá teimum vaksnu
Í morgin, leygardagin 22. februar
Klokkan 17: Neistin – Kyndil (Kvinnur)
Klokkan 19.30: H71 – VÍF (Menn)

Kyndil hevur vunnið allar dystirnar í SMS-deildini í ár. Millum annað tríggjar ferðir á Neistanum: Við tíggju málum, fýra málunum og trimum málum. Grannauppgerðirnar eru tó vorðnar tættari, sum kappingarárið er liðið, og Neistin hevur eisini fingið Bjørt Franksdóttir Joensen aftur. Tað skal tó nógv til fyri at koppa Kyndli, sum vann greitt í finaluni millum havnarfeløgini í fjør.

VÍF roynir eisini at verja steypið. Nú stendur H71, mest vinnandi felagið seinastu árini, hinumegin á hallargólvinum. Tað verður í Hoyvík, tó ikki á heimavøllinum hjá H71, at liðini bresta saman. Vestmenningar hava vunnið báðar innanhýsis dystirnar í ár við nøkrum málum; bert eitt lið skilir liðini í landskappingini.

[object Object][object Object]
Fara Kyndilskvinnur og vestmenningar aftur í ár at lyfta steyp? (Savnsmyndir: Jens Kr. Vang)

Restin av leiksskránni:
Fríggjadagin 21. februar:
kl. 18.30 G16: Kyndil – Neistin
kl. 20.00 D16: Neistin – H71 a

Leygardagin 22. februar:
kl. 09.00 G10B: EB a – Tjaldur a
kl. 09.40 D10B: H71 b – Neistin c
kl. 10.20 G12B: EB a – H71 c
kl. 11.10 D12B: ÍA a – SÍF
kl. 12.00 G10A: H71 a – VÍF a
kl. 12.40 D10A: H71 c – Kyndil a
kl. 13.20 G12A: H71 a – StÍF a
kl. 14.20 D12A: H71 a – Kyndil a

Sunnudagur 23. februar:
kl. 13.00 Eydnudeildin
kl. 14.00 G14B: Søljan – Tjaldur
kl. 15.00 D14B: Tjaldur – Team Klaksvík
kl. 16.00 G14A: H71 a – Kyndil a
kl. 17.00 D14A: H71 a – Kyndil
kl. 18.00 G18: H71 – Kyndil
kl. 19.30 D18: H71 – VÍF

Kelda: hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder