Fótbóltur

Kyndil rann frá Stjørnuni í øðrum hálvleiki

Kyndil vann í kvøld trygt á heimavølli móti Stjørnuni.

Stjørnan fekk trupulleikar at fylgja við teimum grønu úr Kyndli (Mynd: Sverri Egholm)

Stjørnan fekk trupulleikar at fylgja við teimum grønu úr Kyndli (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-13 20:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í SMS-deildini varð leiktur í kvøld. Stjørnan var á vitjan hjá Kyndli, og tað endaði við, at heimaliðið var omaná.

Kyndilskvinnur vóru á odda í fleiri løtum í 1. hálvleiki, men Stjørnan hekk væl í. Fram til tíggju minuttir inn í 2. hálvleik var munurin ongantíð meira enn tvey mál, men so skoraði Kyndil fýra ferðir á rað og avgjørdi í roynd og veru dystin.

Hjá Kyndli skaraði Marianna Eystberg framúr. Hon skoraði heili tíggju ferðir. Hjá Stjørnuni gjørdist Tóra Eliasen toppskjútti við sjey málum.

Við sigrinum flytir Kyndil seg nærri oddinum, meðan tað nú er langur vegur hjá Stjørnuni til topp-fýra.

Kyndil - Stjørnan 27-19 (12-10)


Støðan í SMS-deildini eftir níggju umfør:
1. VÍF (14 stig)
2. H71 (13 stig)
3. Neistin (11 stig)
4. Kyndil (10 stig)
5. Stjørnan (5 stig)
6. StÍF (1 stig)


Sunnudagin er fult umfar á skránni:
14.00:
VÍF - Neistin
StÍF - Kyndil

15.00
Stjørnan - H71

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder