
Í morgin, leygardagin 3. mai, verður stórur hondbóltsdagur á Hálsi. Bæði kvinnur og menn hjá H71 vitja Kyndil í einum avgerandi degi fyri FM-finalurøðirnar.
Hjá monnum er 2-2 í dystum, tá spælt verður upp í trý (best av fimm), so er tað við 100 prosent vissu, at føroyameistarin í Burn-deildini verður funnin í annaðkvøld. Hesin dysturin byrjar klokkan 18.
Hjá kvinnum er talan um triðju FM-finaluna, og av tí at H71 hevur vunnið báðar, so kunnu hoyvíkskvinnur vinna føroyameistaraheiti aftur frá Kyndli.
Myndir frá finalunum í Hoyvík mikukvøldið. H71 vann báðar (Mynd: Sverri Egholm)
Roknast má við nógvum áskoðarum til 3. FM finaluna hjá kvinnum og 5. og avgerandi finaluna hjá monnum.
Hetta staðfestir Kyndil á sínari Facebook-síðu, har boðað verður frá, at hallarumsitingin er, eftir umbøn frá Kyndil, farin í gongd við at fyrireika áskoðaraplássini í norðara enda av høllini, so uml. 500 eyka sitipláss vera.
Hetta kann vera ógvuliga týðandi, so tað ikki verður ov trongt í høllini. Tað eru ikki so nógv sitipláss, sum eru fast uppi á Hálsi. Tað sást eisini millum annað til triðju mansfinaluna og til triðju hálvfinaluna hjá Kyndli móti StÍF, har gravgangurin eftir at síggja dystirnar í høllini var heilt stórur.
Leygardagin 3. mai á Hálsi
3. FM-finalan hjá kvinnum (møguliga avgerandi):
15.30: Kyndil (0) - H71 (2)
5. FM-finalan hjá monnum (púra avgerandi):
18.00: Kyndil (2) - H71 (2)
Spælt verður best av fimm/fyrst upp í trý
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald