Endamálið við hondbóltsskúlanum er at geva leikarunum nakrar stuttligar og mennandi dagar saman, har hondbólturin er í miðdeplinum. Leikararnir kunnu gleða seg til góðar og skipaðar venjingar, har tey fáa holla undirvísing frá góðum venjarum, skrivar hondbóltsfelagið Kyndil í tíðindaskrivi.
Tað er Dragan Brljevic, høvuðsvenjari bæði hjá besta kvinnuliðnum og besta mansliðnum hjá Kyndli, sum fer at leggja venjingarnar til rættis.
Kroatiski venjarin hevur drúgvar royndir sum barna- og ungdómsvenjari, og tí er leiðslan av hondbóltsskúlanum í ógvuliga skikkaðum hondum, skrivar Kyndil.
Felagið hevur eisini fingið fleiri gestavenjarar frá øðrum føroyskum feløgum, og fara teir eisini at standa fyri onkrum venjingum.
Hondbóltsskúlin 2021 verður skipaður soleiðis, at ikki øll eru í senn, og tí hevur felagið býtt dagarnar soleiðis upp:
- 9. og 10. august: U10 & U12
- 11. og 12. august: U14 & U16
- 13. august: U8
Meira um Hondbóltsskúlan kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald