Eftir fyrstu finaluna í Høllini á Hálsi høvdu kyndilskvinnur eina stóra uppgávu fyri framman: Tær skuldu vinna tvær finalur í Vestmanna, um FM-heitið skuldi takast frá VÍF. Fyrsta stigið varð tikið fyri einari lítlari løtu síðani, tá Kyndil vann uppibornan fýra-máls sigur á VÍF.
Kyndil var omaná so at siga allan vegin. Útiliðið byrjaði við mansverju á bakkunum og skjúttunum hjá VÍF, Duritu C. Jojic og Liljan Djurhuus. Hetta órógvaði spælið hjá heimaliðnum fyrstu løtuna. Í álopspartinum gekk eisini væl hjá Kyndli fyrstu minuttirnar, og tær grønu tóku eina 5-2 leiðslu tíðliga. Síðani kom VÍF nakað betri inn í dystin. Vestmannakvinnur høvdu nakrar góðar stuttar periodur, men tað mesta av 1. hálvleiki var munurin tó tvey ella trý mál. Í hálvleikinum var janvleikur 10 -10
Myndir frá dystinum
Bæði liðini igjørdu fleiri grundleggjandi mistøk í álopsspælinum. Fleiri bóltar vóru mistir; blakaðir úatv síðulinjuni o.a . Ágangandi verjurnar gjørdu sítt til, at álopsspælið ikki koyrdi heilt, og teknisku villurnar komu. Tað var serliga VÍF, ið hevði trupuleikar av hesum. Í byrjanini av 2. hálvleiki var aftur tvífald mansverja, og tá Kyndil fór niður í 6-0 eydnaðist tað eisini væl at steðga sterku baktetuni hjá VÍF. Tað hjálpti eisini Kyndli, at Jovana Stranjanac hevði nógvar góðar bjargingar.
VÍF royndi í løtum at mansverja Marionnu G. Eystberg og Súnu K. Hansen. Hetta eyndaðist rímiliga væl, men Marianna fekk tó heili 10 mál. Nógv av teimum komu uppá brotskøst, og júst tey vóru nógv av eftir steðgin, har útvísingarnar eisini vóru nógvar í tali - hetta var gjøgnumgangandi fyri dystin. Eftir eina javna byrjan í 2. hálvleiki steðgaði VÍF upp, og hevði ógvuliga trupult við at fáa mál. Tað sást, hvussu nógv Kyndil vildi hetta, og at liðið hevði brúk fyri sigrinum, sum seinasta korterið varð koyrdur trygt heim.
Nú stendur á jøvnum 1-1. Liðini fáa ikki nógva hvíld, áðrenn avgerðin um FM skal falla. Tað verður eisini í Vestmanna, og fyrsta bríksl er klokkan 17.00 í morgin.
Seinna FM-finalan í SMS-deildini
VÍF - Kyndil 20-24 (10-10)
Toppskjúttar: Marrianna G. Eystberg 10 mál, Agnas Olsen 6 mál
Dystargongdin:
5.min: 1-4
10.min: 4-5
15.min: 4-7
20.min: 5-8
25.min: 7-9
35.min: 11-12
40.min: 14-14
45.min: 15-18
50.min: 16-18
55..min: 19-22
Hondbóltur
Kyndil svaraði aftur í Vestmanna
Útiliðið var stinnari í aðru FM-finaluni, har nógvir feilir vórðu gjørdir, og verjuparturin sigraði. Triðja og avgerandi finalan verður í morgin.
Marianna G. Eystberg gjørdist toppskjútti í Vestmanna við 10 málum (Mynd: Sverri Egholm)
2019-04-27 18:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald