
Kyndil skuldi vísa nakað annað enn í hinum báðum finalunum, har tær - fram til eina løtu í 2. hálvleiki í seinnu finaluni - høvdu sæð merkiliga tannleysar. H71 hevði eisini sum heild spælt snildari og betri, men í dag sást góðskan hjá teimum í grønum veruliga aftur í einum inntensum og góðum hondbóltsdysti.
Lea Brockie smekkaði bóltin upp í longra málhornið av vinstra vongi hjá H71 í fyrsta álopinum í dystinum. 0-1 men eftir hetta vóru hoyvíkskvinnur ikki aftur frammanfyri í dystinum.
Kyndil skoraði fýra mál á rað, Jovana Stranjanac bjargaði trimum skotum fyrstu seks minuttirnar, og so var grundarlagið lagt. Turið Arge Samuelsen byrjaði sum vongur og skoraði nøkur mál eftir yvirgongd - í seinna hálvleiki tók hon eisini veruliga ábyrgd í bakketuni.
Bára Krossteig Hansen spældi aftur ógvuliga væl, Nadja Pejovic var spælskipari í løtum og fekk fleiri skot at sita, tað eydnaðist ofta at finna Bjartu Johansen, ið var púra trygg í dag. Ofta var tað Natasja Hammer, sum hevði stóran leiklut í dag.
Sum heild loysti Kyndil nógv betri 5-1 verjuna hjá H71 í dag, og tað gekst betri hjá útiliðnum, tá farið var aftur til 5-1 verjuna. H71 hekk í og fekk syrgt fyri, at munurin ikki var meira enn tvey mál í steðginum. Bjargingar vantaðu fyri steðgin, og í løtum var tað Maria Halsdóttir Weyhe, sum helt H71 inni í dystinum - tað at nadja Pejovic kom nakað fram at dekka órógvaði H71 nógv í løtum.
Nógv ferð var á dystinum, men í stóran mun spældi liðini eisini uttan stór teknisk mistøk.
H71 kom á javnt nakað inn í 2. hálvleik - Rúna Larsen átti nakrar stórbjargingar - men so fekk Kyndils-verjan faatur á aftur. Hoyvíkskvinnur gjørdu nøkur teknisk mistøk, og 7 móti 6 eydnaðist ikki. Tá tíggju minuttir vóru eftir, vóru fýra mál á muni, og tað varð ov tungt hjá H71 at venda tí - tað varð 33-32, tá tíggju sekund restaðu í. Tað eydnaðist ikki at avgerða tað hjá H71 men ein nýggjur møguleiki verður mikukvøldið 7. mai.
Kyndil ynskir at sleppa til eina fimtu og púra avgerandi finalu á Hálsi um eina viku. Hetta kunnu vinnararnir av grundspælinum syrgja fyri við líkandni avriki í Hoyvík. Stóran part av dystinum í dag vístu tær grønu seg sum tað liðið, sum man hevur sæð í fleiri stórum dystum seinastu 2-3 árini. Í dag tyktist tað at vera Julian Johansen, sum als ikki hevur verið íblandaður fyrrenn finalurøðin byrjaði, sum stýrdi á síðulinjuni.
3. FM-finalan hjá kvinnum
Leygardagin 3. mai á Hálsi
Kyndil - H71 33-32 (19-17)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald