Eftir nøkur umfør í SMS-deildini lá Kyndil aftast, og einki bendi á, at liðið av álvara fór at kappast um FM. Men so fekk liðið markantan stryk og menti seg; vann steypafinaluna sannførandi og stríddi seg í FM-finaluna. Eftir sigurin hjá VÍF í fyrstu finaluni í Høllini á Hálsi mikukvøldið lá tað til VÍF. Men Kyndil reisti seg og vann uppiborið í gjár. Í dag var so lagt upp eitt brak av einari avgerandi finalu, og tað gjørdist tað eisini talan um, hóast spælið var heldur rótut og tað eina góða løtu líktist einum tryggum útisigri. At enda fór Kyndil avstað við tí, hóast tær í gulum og bláum stríddust sera væl ímóti.
Fyrstu 10 minuttirnar fekk VÍF einki mál. Duppulta mansverjan av Lijluni Djurhuus og Duritu C. Jojic eydnaðist sera væl, og kyndilsverjan fekk takklað væl, og í málinum spældi Jovana enn einaferð sera væl. VÍF slapp næstan ikki til skot fyrstu løtuna, men mentist ígjøgjnum hálvleikinum, og Agnas Olsen og. co funnu pláss í 4 v. 4 spælinum, ið tað gjørdist til. Samstundis spældi verjan hjá VÍF væl, og Viviann hevði góðar bjargingar.
Kyndil endaði 1. hálvleiki, har unga innskifta Beinta Lindberg Hansen fekk heili fýra mál frá høgra vonginum móti endanum. Tað var eitt tema hjá báðum liðum, at fleiri leikarar sum ikki hava spælt nakað serligt í undanfarnu finalunum spældi rímiliga nógv í kvøld. Útiliðið fekk økt so líðandi í 2. hálvleiki. Hóast liðið var uttan spælskiparan Báru K. Hansen, ið var sjúk, og Beintu Bárðardóttir á strikuni, ið framvegis var skødd, so vístu tær í grønum styrki. Súna K. Hansen varð tikin úr spælinum so at siga allan dystin, men tað hjálpti at Anna Brimnes, ið var komin heim til avgerandi dystirnar, var við í bakketuni.
Kyndil stevndi ímóti einum rímiliga tryggum sigri, og munurin var seks mál, tá farið var undir seinnu helvt av seinna hálvleiki. Men nógv góð mál frá innskiftu Daniellu Joensen helt lív í dystinum. Kyndil byrjaði at gera meira villur, og so kom Durita í gongd. Sterki vinstri bakkurin skeyt trý mál á rað, og so tódnaði leiðslan hjá útiliðnum skjótt, og VÍF kom uppá 22-22, tá fáir minuttir vóru eftir. Marianna G. Eystberg tyktist at hava avgjørt dystinum, tá bakspælarin skoraði í seinasta minutti, men í seinastu sekundunum javnaði Randi Virgarsdóttir, og so skuldi longd leiktíð til fyri at avgera FM.
Ein skuldi trúð, at VÍF nú hevði mentala yvirskotið, men seinastu tíggju minuttirnar var Kyndil betra liðið og vann at enda trygt. VÍF hevði nýtt nógva orku uppá at koma innaftur í dystin, og nú fór vejruparturin hjá Kyndli aftur at rigga sera væl. Við seinasta bríksl kundi Kyndi eisinil fegnast; liðið megnaði at vinna tvær finalur í Vestmanna innan eitt samdøgur, og fekk sítt meistaraheiti nummar tvey uppá trý ár - tað áttanda samanlagt - í hús. VÍF kundi irða seg, eftir at liðið hevði vunnið grundspælið og fyrstu FM-finaluna. Men vestmannakvinnur noyddust at geva FM aftur til Kyndil.
5. FM-finalan
VÍF - Kyndil 26-29 (e.l.l) Vanlig leiktíð: 23-23 (9-12)
Toppskjúttar: Daniella Joensen, Marianna Geirsdóttir Eystberg og Turið Arge Samuelsen 6 mál
Dystargongdin:
5.min 0-1
10.min 0-3
15.min 2-4
20.min 6-6
25.min 8-9
35.min 10-14
40.min 12-17
45.min 13-19
50.min 17-20
55.min 20-21
65.min 24-26
Hondbóltur
Kyndil tók føroyameistaraheitið eftir longda leiktíð í Vestmanna
Kyndilskvinnur fingu greipuna í hús á dramatiskan hátt, og harvið flytir FM-heitið seg frá Vestmanna aftur til Havnar.
Tað vóru tær grønu, ið kundu fegnast eftir seinasta bríksl í Vestmanna (Mynd: Sverri Egholm)
2019-04-28 19:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald