Hondbóltur

Kyndil vann á Stjørnuni

Tað bleiv til ein greiðan sigur til heimaliðið í høllini á Hálsi í kvøld.

Ásleyg Súnadóttir skeyt seks mál fyri Kyndil í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Ásleyg Súnadóttir skeyt seks mál fyri Kyndil í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-27 20:00 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Ein dystur var á skránni í SMS deildini í kvøld, har Kyndil tók ímóti Stjørnuni í høllini á Hálsi.

Stjørnan vann fyrr í ár, tá liðini hittust í Klaksvík.

Men í kvøld var tað Kyndilskvinnur, ið vóru við yvirlutan. Tað bleiv til ein greiðan 33-25 sigur til heimaliðið, eftir hálvleiksstøðuna 16-10. Við sigrinum í kvøld, hevur Kyndil lagt seg á fyrsta pláss í SMS-deildini.

Sí myndir frá dystinum her: Myndir: Kyndil - Stjørnan kvinnur

SMS-deildin: 
Kyndil – Stjørnan 33-25(16-10)

Toppskjúttar:

Ásleyg Súnadóttir, Natasja Hammer og Mina L. Sirdal 6

Støðan: 
Kyndil 16 stig (10 dystir)
VÍF 16 stig (10 dystir)
Neistin 12 stig (10 dystir)
H71 12 stig (9 dystir)
Stjørnan 8 stig (10 dystir)
StÍF 4 stig (10 dystir)
VB 0 stig (9 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder