Hondbóltur

Kyndil vann toppdystin

Í Vestmanna vann VÍF eisini sín dyst, tá VB var á vitjan.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-11-17 16:34 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tríggir dystir eru á skránni í dag í SMS deildini hjá kvinnum. Tveir teir fyrstu byrjaðu klokkan 14.00

Í høllini á Hálsi var toppdystur, tá Kyndil tók ímóti H71. Talan var um ein spennandi dyst, ið Kyndil vann við bert einum málið, 25-24, eftir at gestirnir vóru á odda 10-14 í steðginum.

Í høllini í Vestmanna vann VÍF ein tryggan sigur tá VB vitjaði. Dysturin endaði 31-21 til heimalið, eftir hálvleiksstøðuna 17-11.

Klokkan 18.00 í kvøld møtast Neistin og STÍF í høllini á Hálsi.

SMS deildin

Kyndil – H71 25-24 (10-14)

Toppskjúttar:

Súna K. Hansen 9

Maria H. Weyhe 9

VÍF – VB 31-21 (17-11)

Toppskjúttar:

Heidi Maria Akselsen 9

Klokkan 18

Nestin – STÍF

Støðan:

VÍF 16 stig  
Kyndil 14 stig
H71 12 stig
Neistin 10 stig
Stjørnan 8 stig
STÍF 4 stig
VB 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder