Hondbóltur

Kyndil vann grannauppgerð, H71 og VÍF vunnu trygt

Tættari í oddinum eftir at tær grønu fingu stig móti grannunum úr Neistanum.

Kyndilskvinnur fegnast um 20-18 sigurin móti grannunum úr Neistanum

Kyndilskvinnur fegnast um 20-18 sigurin móti grannunum úr Neistanum

2018-12-09 21:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fult umfar var í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum seinnapartin í dag.

Í Havn spældu Kyndil og Neistin grannauppgerð. Kyndilskvinnur tóktiskt at hava tamarhald á dystinum leingi, men til síðst komu tær bláu væl aftur, og hóttu sigurin hjá Kyndli. Tað koppaði tó til tær grønu allar síðstu løtuna, og Kyndil vann við tveimum, 20-18. Støðan í hálvleikinum var 10-7 til Kyndil.

Í Vestmanna vann VÍF tryggan 29-17 sigur móti Stjørnuni, og á Skála høvdu hoyvíkskvinnur takið og vunnu 20-25.

Úrslitini í dag hava við sær, at VÍF framvegis er oddalið, men sigurin hjá Kyndli ger, at tær grønu koma nærri oddastríðnum.

SMS deildin úrslit 9. desember
Kyndil - Neistin 20-18 (10-7)
VÍF - Stjørnan 29-17 (16-6)
StÍF - H71 20-25 (8-9)

Støðan í SMS deildini
1. VÍF (13 stig)
2. H71 (12 stig)
3. Neistin (11 stig)*
4. Kyndil (8 stig)
5. Stjørnan (5 stig)
6. StÍF (1 stig)*

*Ein dyst fleiri


Sí eisini: Myndir: Kyndil - Neistin kvinnur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder