Hondbóltur

Kyndil vann grannauppgerðina

Í Vestmanna var H71 omaná, har Marita Mortensen gekk á odda.

Marita Mortensen var munurin í Vestmanna - hon skeyt næstan helmingin av teimum 28 málunum hjá H71, ið hevur fult stigatal eftir tvey umfør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Marita Mortensen var munurin í Vestmanna - hon skeyt næstan helmingin av teimum 28 málunum hjá H71, ið hevur fult stigatal eftir tvey umfør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-09-18 23:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í SMS-deildini vórðu leiktir í kvøld.

Í Høllini á Hálsi vóru greipuvinnararnir favorittar móti bláu grannunum, ið heldur ikki heilt megnaðu at fylgja við, tá farið var um miðjuna av 1. hálvleiki. Seinasta korterið hevði Neistin ógvuliga trupult við fylgja við. Neistin kom tó á -2, tá 13 minuttir vóru eftir. Hetta var í einari løtu, har Kyndil hevði trupult við at skora, men tær grønu megnaðu at avgera heldur málfátæka dystin seinastu løtuna.

Í Vestmanna hittust liðini, ið vunnu hvør sín dyst sunnudagin. Talan gjørdist um ein sera javnan dyst. Liðini fylgdust væl so at siga allan vegin. Í 2. hálvleiki lá tað tó meira til útiliðið, og seinastu løtuna megnaði H71 at koyra sigurin heim. Serliga var tað Marita Mortensen, ið skoraði heili 13 mál í kvøld, ið gekk á odda við fimm útav teimum seinastu seks málunum.

Í morgin klokkan 18 spæla Stjørnan og StÍF í KÍ-høllini. Hjá báðum liðum verður talan um fyrsta dystin í ár.

SMS-deildin, 2. umfar:

Kyndil - Neistin 21-18 (10-7)
Toppskjúttar: Bára K. Hansen og Súna K. Hansen 5 mál

VÍF  - H71 27-28 (16-15)
Toppskjúttar: Agnas Olsen 9 mál, Marita Mortensen 13 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder