Hondbóltur

Kyndil vann týðandi dyst á grannunum

Teir grønu tryggjaðu sær ikki øll stigini fyrr enn í allar seinastu løtu. Alt er opið í stríðnum um fjórða plássið.

Tróndur Wardum avgjørdi dystin í allar seinasta sekundið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tróndur Wardum avgjørdi dystin í allar seinasta sekundið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-16 08:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hørð kapping er um fjórða plássið í Burn deildini í hondbólti. 

Grannarnir Neistin og Kyndil hittust í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið. Á stigatalvuni vóru tað tvey stig, sum skiltu partarnar, men nú er javnt.

Kyndil var omaná allan fyrra hálvleik, og støðan í hálvleikinum var 13-11. Men so fór at ganga hinvegin, og Neistin lá eitt skifti á odda í seinna hálvleiki. Kyndil kom inn í dystin aftur, og tá ein minuttur var eftir, var javnt 25-25. 

Men í allar seinasta sekundið avgjørdi Tróndur Wardum dystin, og Kyndil vann 26-25.

Sigurin hjá Kyndli setur av álvara spenning í stríðið um fjórða plássið. Team Klaksvík og StÍF hava níggju stig meðan Neistin og Kyndil hava átta stig.

Dystarendin og samrøður kunnu hoyrast á heimasíðuni trok.fo her.

Kyndil - Neistin 26-25 (13-11)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder