Hondbóltur

Kyndil vil røkka hálvfinalunum

- Tað hevði so heldur ikki gjørt tað verri, um vit megnaðu at varðveita heitið sum steypavinnarar, sigur liðskiparin.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-09-15 17:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hsf.fo: – Nú kappingin er broytt er málið uttan iva, at vit skulu enda millum fýra tey fremstu liðini í landskappingini og harvið vinna okkum í hálvfinalurnar. Tað hevði so heldur ikki gjørt tað verri, um vit megnaðu at varðveita heitið sum steypavinnarar.

Tað sigur Rógvi Dal Christiansen, sum er liðskipari hjá Kyndli.

Grøna havnarliðið hevur fingið nýggjan venjara, og tað hevur ført við sær fleiri broytingar.

– Martin Lellek leggur stóran dent á persónliga menning, og at hvør einstakur fer út úr sínari ‘comfort zone’. Hann hevur eisini broytt verjustøður og álopstaktikk, sigur strikuspælarin.

Seinastu árini eru kyndlamenninir komnir illa frá byrjan, og teir hava mist nógv stig fyrstu umførini.

– Tað hevur kostað okkum í endanum av kappingini. Tað skal broytast nú. Eg haldi, at vit eru kropsliga betur fyrireikaðir nú, samanborið við í fjør. Tað haltar kortini nakað við bóltspælinum, sigur hann.

Spælarahópurin er at kalla tann sami sum í fjør. Eirikur Simonsen er farin til Frederikshavn at spæla hondbólt, og Ludvík Súnason er komin aftur til Kyndil. Rókur Akralíð er ivasamur seinnu helvt av kappingini, tí hann fer kanska av landinum í lestrarørindum. David Edvardsen verður heldur ikki við fyrstu dystirnar í ár vegna arbeiði – júst sum í fjør.

– Eg vænti, at H71 og Neistin verða stinnastu liðini aftur í ár við síni breidd og fysikki, men kappingin verður meira spennandi við nýggja kappingarleistinum, tí øll liðini fara í minsta lagi eftir fjórðaplássinum í grundspælinum, sigur Rógvi Dal Christiansen.

Fyrsti dystur hjá Kyndli er ímóti Team Klaksvík í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin klokkan 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder