Hondbóltur

Kyndilsfólk góð úrslit í Dronninglund

Tvey lið hava spælt seg í finalurnar.

2019-07-12 22:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt ferðalag á 160 kyndilsfólk hava hesa hesar seinastu dagarnar verið í Dronninglund í Norðurjútlandi, har stóra hondbóltskappingin fyri ung, Dronninglund Cup, er í hesum døgum.

Kyndil hevur luttikið við sjey liðum, gentur 13a, gentur 13b gentur 15, dreingir 11, dreingir 13a, dreingir 13 b og dreingir 17.

Fýra av liðunum hava spælt fjórðingsfinalur og hálvfinalur í dag, og tvey av liðunum spældu seg tilfinalurnar leygardagin, tað eru dreingir 11 og gentur 15. Dreingirnirskulu spæla longu klokkan 08.55 danska tíð og genturnar spæla kl. 11.40 danska tíð.

Ferðalagið kemur heim við Norrønu leygardagin.

Hondbóltsfelagið ÍA av Argjum luttók eisini í kappingini við tveimum liðum, men tey spældu seg ikki víðari.

(rættað 23.35)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder