Hondbóltur

Kyndilskvinnur og hoyvíkingar skulu royna at endurvinna

Meðan vestmannakvinnur og kyndilsmenn eru í steypafinalu á fyrsta sinni síðani 2020. Kvinnurnar leggja fyri klokkan 17, meðan mansliðini bresta saman klokkan 20 - FM1 sigur frá.

Frá finaluni í 2020, tá Peter Krogh og teir vunnu á Rógva Dal-Christiansen, Hjalta Mohr Jacobsen og hinum í grønum. Nú hittast teir aftur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Frá finaluni í 2020, tá Peter Krogh og teir vunnu á Rógva Dal-Christiansen, Hjalta Mohr Jacobsen og hinum í grønum. Nú hittast teir aftur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-21 08:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ársins fyrstu steypafinalur vórðu spældar í gjárkvøldið, og í dag eru nógvar barnafinalur við Tjarnir, áðrenn tey vaksnu sleppa framat.

Leiksskráin

Í gjár, fríggjadagin 20. februar:
Gentur 16: Neistin – H71 29-27
Dreingir 16: H71 – VB 37-28

Sí eisini: U16: Neistin og H71 vunnu ársins fyrstu steypafinalur

Í daf, Leygardagin 21. februar:
kl. 09.00 G10B: Stjørnan a – ÍA a
kl. 09.40 D10B: Kyndil c – Neistin d
kl. 10.20 G12B: Tjaldur a – Kyndil b
kl. 11.10 D12B: Team Klaksvík b – SÍF
kl. 12.00 G10A: Kyndil a – H71 a
kl. 12.40 D10A: Kyndil a – H71 a
kl. 13.20 G12A: VÍF a – H71 a
kl. 14.10 D12A: H71 a – VÍF a

kl. 17.00 Kvinnur: VÍF – Kyndil

kl. 20.00 Menn: Kyndil – H71

Ungdómsfinalurnar verða stroymdar her

FM1 sigur frá báðum vaksnamannafinalunum. Sent verður frá klokkan 16 til nakað eftir mansfinalan er liðug. Nógv tilfar verður eisini á Portalinum.

Hoyr eisini: Stórt steypafinaluradio: - Hetta er ti man spælir hondbólt

Hetta er aðru ferð, at steypafinalurnar eru við Tjarnir. Í fjør vóru tað Kyndil hjá kvinnum og H71 hjá monnum, sum vunnu steypagull, og eru hesi eisini favorittar í ár.

Bæði eru oddalið í landskappingini - H71 er greitt oddalið hjá monnum. Kyndilsmenn og vestmannakvinnur hava tó ymiskar dygdir, sum kunnu gera finalurnar til gysarar. Hetta eru fyrstu ferð síðani 2020, at hesi liðini (Kyndil, menn, og VÍF kvinnur spæla finalur)

Í upptakssendingini í gjár tosaðu Turið Arge Samuelsen (Kyndil) og Fríða Nolsøe Olsen (VÍF), umframt venjararnir hjá mansliðunum um tað serliga við at spæla steypafinalur: Hetta eru størstu einstøku dystirnir á árinum.

 [object Object]
Kyndil vann finaluna í fjør - eisini fyrraárið lyftu tær í grønum steypið (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Kyndil vann FM-heiti í fjør eftir fimm finalur móti H71 (Mynd: Sverri Egholm)

Dagført: 09.03

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder