Hondbóltur

Kyndilsmenn fáa styrk úr Danmark

32-ára gamal bakspælari hevur skrivað undir við felagið.

Anders Risdal verður partur av hópinum hjá Kyndli komandi kappingarár (Mynd: Kyndil)

Anders Risdal verður partur av hópinum hjá Kyndli komandi kappingarár (Mynd: Kyndil)

2019-05-21 14:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru fult í gongd, og seint í gjárkvøldið kunngjørdi Kyndil, at besta mansliðið hjá felagnum hevur fingið nýggjan danskan leikara í hópin.

Talan er um láma høgrubakkurin Anders Risdal. Kyndil skrivar á sínari Facebook-síðu, at 32-ára gamli leikarin hevur verið í Føroyum og royndarvant seinastu vikuna, og at partarnir nú eru komnir ásamt um eina avtalu, ið sigur, at Anders spælir við Kyndli komandi kappingarár.

Anders Risdal hevur í nógv ár leikt í næstbestu deildini í Danmark, og hann sigur, at hann sær fram til at koma í eitt nýtt umhvørvi, at talan var um eitt lætt val, og at hann higartil er sera glaður fyri at verða partur av Kyndli.  

Kyndil boðar frá, at fleiri av ungu leikarunum fara niður til Danmarkar í lestrarørindum eftir summarið, og tí hevur Kyndil valt at styrkja um hópin komandi ár.

Farna kappaingarár tapti Kyndil dramatiska steypafinalu móti Neistanum, og grannarnir vóru eisini akkurat omaná eftir tríggar sera tættar og inntensar hálvfinalur í FM-stríðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder