Hondbóltur

Kyndilsmenn ov stórur biti fyri klakvíkingar

Trý lið deilast nú um annað plássið. Bara eitt stig upp til Neistan á fyrsta plássið.

Tað gjørdist ov tungt hjá klaksvíkingum at fáa nakað stig í Havnini í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Tað gjørdist ov tungt hjá klaksvíkingum at fáa nakað stig í Havnini í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-20 22:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gjørdist til ein tryggan sigur hjá havnarmonnunum úr Kyndli tá teir í kvøld tóku ímóti Team Klaksvík í Høllini á Hálsi.

Beinanvegin fór Kyndil frá klaksvíkingum, men allíkavæl sleptu klaksvíkingar ikki heilt. Støðan í hálvleikinum var 17-12 til Kyndil. Munurin gjørdist ongantíð minni enn tað sama, og Kyndil vann dystin 33-25.

David Edvardsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við 7 málum. Hjá Team Klaksvík gjørdist Hørður F. Sigtórsson toppskjútti við 5 málum.

Kyndil - Team Klaksvík 33-25 (17-12)

Støðan í Okkara deildini:
1. Neistin (18 stig)
2. H71 (17 stig) *
3. VÍF (17 stig)
4. Kyndil (17 stig)
5. KÍF (11 stig) 
6. StÍF (8 stig)
7. Team Klaksvík (2 stig)

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder