Fótbóltur

La Liga er í gongd aftur

Barcelona og Real Madrid vunnu tryggar sigrar í vikuskiftinum.

Lionel Messi skoraði eitt og legði upp til tvey mál í 4-0 sigrinum hjá Barcelona á Mallorca (Mynd: EPA)

Lionel Messi skoraði eitt og legði upp til tvey mál í 4-0 sigrinum hjá Barcelona á Mallorca (Mynd: EPA)

2020-06-15 14:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær av teimum størstu deildunum í Evropa byrjað aftur í hesari vikuni: Premier League mikukvøldið og Serie A leygardagin. Hinar báðar eru longu byrjaðar aftur - Bundesligain fyri einum mánaði síðani  og La Liga í seinastu viku. 

Hóskvøldið fór besta deildin í Spania í gongd aftur eftir stegð á yvir tríggjar mánaðir við grannauppgerð í Sevilla, har Sevilla, ið er á 3. plássi, vann 2-0 á Betis. 

Sevilla hevur nøkur stig upp til fremstu liðini. Eftir 4-0 sigurin hjá Barcelona á Mallorca og 3-1 sigurin hjá Real Madrid móti Eibar (ikki á Santiago Bernabeu, ið verður sett í stand, men á leikvøllinum hjá næstbesta liði felagsins) er talan um ávíkavist ellivu og níggju stig til tvey tey heilt stóru.

[object Object]
Real Madrid vísti styrki í 1. hálvleiki og eltir Barcelona

Lionel Messi var í hopla fyri Barcelona. Argentinska stjørnan legði upp til danan Martin Braithwaite og Jordi Alba og skoraði í yvirtíðini fjórða og seinasta málið. Arturo Vidal legði Barcelona á odda. Real Madrid er framvegis tvey stig aftanfyri. Høvuðsstaðarfelagið skoraði øll síni trý mál í 1. hálvleiki: Toni Kroos, Sergio Ramos og Marcelo stóðu fyri teimum. Real hevur tvey stig upp til Barca.

Eingir áskoðarar eru til dystirnar í La Liga. Tíggju umfør eru eftir, og 29. umfar byrjar longu í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder