Fótbóltur

Lærurík og stuttlig vitjan á Sandi

- Mennararnir arbeiða vanliga við teimum feløgunum, sum tey hvør í sínum lag eru knýtt at, men við hesum felagsvitjanunum vilja vit nettupp eisini gera nakað eyka burturúr nøkrum av vitjanunum. Við tí vilja vit virka fyri samansjóðing millum spælarar, foreldur, venjarar og onnur í felagnum, samstundis sum vit eisini kunnu savna og vitanardeila millum mennaratoymið og feløgini.

Herfyri var mennaratoymið hjá Fótbóltssambandinum á vitjan hjá B71 (Mynd: FSF)

Herfyri var mennaratoymið hjá Fótbóltssambandinum á vitjan hjá B71 (Mynd: FSF)

2022-04-20 17:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mennaratoymið hjá FSF er í hesum døgum á rundferð í feløgunum, har alt mennaratoymið luttekur og stendur fyri venjingum til barna- og ungdómsliðini í felagnum á vitjanardegnum. Rundferðin byrjaði í mars mánaða, tá mennaratoymið vitjaði B71 á Sandi, og talan gjørdist um eina væleydnaða vitjan, sum høvuðsungdómsvenjarin hjá B71 var sera glaður fyri.

– Vit vóru sera glað fyri vitjanina, tí hon gav okkum nógvan íblástur, og samstundis var tað læruríkt fyri børnini, foreldrini og okkum venjarar. Tað var eisini jaligt at síggja FSF so vælumboðað á vøllinum við venjarum og øðrum starvsfólkum. Samanumtikið høvdu vit ein stuttligan og læruríkan dag, og vit gleða okkum til næstu ferð, sigur Richard Goffe, høvuðsungdómsvenjari við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object]
Richard Goffe og Jógvan Martin Olsen, fótbóltsmennari (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Júst tað, at mennaratoymið kemur samlað út á vitjanir, er nakað av tí nýggja og spennandi við hesum átakinum, sigur Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum.

– Mennararnir arbeiða vanliga við teimum feløgunum, sum tey hvør í sínum lag eru knýtt at, men við hesum felagsvitjanunum vilja vit nettupp eisini gera nakað eyka burturúr nøkrum av vitjanunum. Við tí vilja vit virka fyri samansjóðing millum spælarar, foreldur, venjarar og onnur í felagnum, samstundis sum vit eisini kunnu savna og vitanardeila millum mennaratoymið og feløgini, sigur tekniski stjórin.

Hann leggur afturat, at mennaratoymið eisini leggur seg eftir at skipa venjingarnar á ein so stuttligan og læruríkan hátt sum gjørligt fyri at tryggja børnunum dygdargóðar venjingar.

– Tað skal vera stuttligt hjá børnum at spæla fótbólt og tá vit koma út soleiðis, so vóna vit eisini, at tað kann kennast sum eitt frískt og øðrvísi lot hjá børnunum og harvið vónandi kveikja teirra fótbóltshug enn meira, sigur Pætur S. Clementsen at enda.

[object Object]

Sí fleiri myndir her

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder