Seinastu tveir dystirnir í bólkaspælinum í EM-endaspælinum verða leiktir í kvøld. Teir eru í bólki E og verða leiktir í Malmö, og sera nógv er uppá spæl.
Ísland er víðari eftir sigrar á Danmark og Russlandi. Um Ungarn skal tryggja sær víðari luttøku krevst stig móti Íslandi, ið skal hava ein sigur fyri at fáa tvey stig víðari, og júst tað kann gerast sera umráðandi.
Um tað eydnast hjá Guðmundi Guðmundssyni at vinna triðja útav trimum dystum í bólkaspælinum, letur tað hurðina upp fyri Danmark, ið skal vinna á Russlandi.
Um Ísland ikki vinnur, hevur Danmark einki at spæla fyri móti russum. Mikkel Hansen fanst í gjár at sínum leikluti í danska spælinum (Mynd: EPA)
Í danska hópinum og í Danmark er tað sum ein skelkur, at liðið bert hevur eitt stig fyri tveir dystir, og at spælið var so vánaligt móti Ungarn. Mikkel Hansen legði í samrøðu í gjár upp til, at hann ikki verður nýttur rætt í álopsspælinum. Tað er væl møguligt, at heimsmeistararnar í kvøld spæla sín seinasta dyst í endaspælinum, og longu skulu yvirum Oyrasund aftur í morgin.
Magnus Landin er skiftur inn í hópin. Høgi vinstri vongurin kann veruliga vera ein styrkur í seriga verjupartinum, har hann á landsliðnum dekkar sum 2’ari – á bakkinum. Á høgra vongi hevur Hans Lindberg spælt fulla tíð báðar dystirnar, og harvið hevur Jóhan á Plógv ikki verið á vøllinum í endaspælinum enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald