16 feløg spæla í kvøld sín seinasta dyst í ársins bólkaspæli í Champions League, og allir bólkarnir eru sera spennandi.
Bólkur E:
17.55: Napoli - Genk
Salzburg - Liverpool
Meistararnir skulu helst hava eitt stig í dystinum, tí Napoli er stórfavorittur á heimavølli móti Genk, og Liverpool klárar helst ikki at koma víðari við einum tapi, tí Salzburg skoraði heili trý mál á Anfield, og innanhýsis málmunurin telur. Norska stjørnuskotið, Erling Braut Haaland, hevur skorað í øllum fimm Champions Leagur dystunum - eitt av teimum átta koma á Anfield. Liverpool hevur tó allarhelst ov nógvan klassa til at lata plássið gleppa sær av hondum.
Støðan:
Liverpool 10
Napoli 9
Salzburg 7
Genk 1
Bólkur F:
20.00: Inter Milan - Barcelona
Dormund - Slavia Prag
Barcelona er víðari, men spælir ein umráðandi leiklut í bólkinum, tí í kvøld vitja katalanarnir í Milano. Inter skal vinna, so er liðið víðari, tí innahýsis er liðið hja Conte betri enn Dortmund. Møguleikan hjá oddaliðnum í Serie A er vorðin størri, eftir at tað er vorið greitt, at Lionel Messi ikki er við í hópinum hjá Barcelona í kvøld - heimsins besti leikari verður spardur. Jordi Alba, Gerard Pique og aðrir fastir menn mangla eisini, men í Dortmund verður vónað, at ein hjálpandi hon verður givin.
Støðan:
Barcelona 11
Inter 7
Dortmund 7
Slavia Prag 2
Bólkur G:
20.00: Benfica - Zenit
Lyon - RB Leipzig
Støðan:
RB Leipzig 10
Zenit 7
Lyon 7
Benfica 4
Týska liðið er víðari, meðan hart stríð er um 2. plássið. Zenit hevur bestu kortini á hondini í hesum stríðnum.
Bólkur H:
20.00: Ajax - Valencia
Chelsea - Lille
Ein gysari er fyri framman í Amsterdam, har Ajax bert tørvar eitt stig fyri at spæla seg víðari. Valencia skal vinna, meðan Chelsea eisini "bara" skal vinna á heimavølli móri Lille.
Støðan:
Ajax 10
Chelsea 8
Valencia 8
Lille 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald