Seinasta umfar í bólkaspælinum í Champions League fer í gongd í kvøld. Í "fyrru helvt" er spenningur í tveimum bólkum; tað er talan um teir báðar bólkarnar, ið sóu mest spennandi út á pappírinum eftir lutakastið.
Í bólki B og í bólki C stríðast fimm lið um trý pláss. Barcelona er longu víðari sum vinnari av bólki B. Í kvøld er Tottenham á vitjan hjá spanska oddaliðnum og hevur tørv á at fáa líka nógv stig, sum Inter fær á heimavølli móti PSV. Har er tað mest sannlíkt, at Inter vinnur, so liðið hjá Pochettino stendur yvirfyri einari stórari uppgávu, hóast Barcelona einki hevur at spæla fyri. Eftir eina vánaliga byrjan við einum stigi fyrstu tríggar dystirnar hevur Tottenham givið sær sjálvum møguleikan at koma víðari við tveimum heimasigrum, og er betri enn Inter innanhýsis.
Í hinum "dynamittbólkinum" hava Napoli og PSG fyrimunin. Møguleikin hjá Liverpool er tó rímiliga góður. Fyri at koma víðari skal oddaliðið í Premier League vinna 1-0 ella við tveimum málum á heimavølli móti Napoli. Liðið hjá Jurgen Klopp hevur tapt allar útidystirnar í bólkinum, men vunnið báðar heimadystirnar og Anfield er nakað serstakt - serliga í evropeiskum høpi. PSG hevur sína lagnu í egnu hondum. Liverpool tapti og Napoli spældi javnti Beograd, so talan er ikki um nakra lætta uppgávu hjá franska stórfelagnum.
Í bólki A dystast Atletico og Dortmund um fyrsta plássið í bólkinum.
Bólkur A:
Atletico Madrid 12
Dortmund 10
Club Brugge 5
Monaco 1
20.00: Club Brugge - Atletico Madrid
Monaco - Dortmund
Bólkur B:
Barcelona 13
Tottenham 7
Inter 7
PSV 1
20.00: Inter - PSV
Barcelona - Tottenham
Bólkur C:
Napoli 9
PSG 8
Liverpool 6
Reyða Stjørna 4
20.00: Liverpool - Napoli
Reyða Stjørna - PSG
Bólkur D:
Porto 13
Schalke 04 8
Galatasaray 4
Lokomotiv Moskva 3
17.55: Schalke - Lokomotiv Moskva
Galatasaray - Porto
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald