Annað

Lagnudysturin er í Samara

Bólkur H verður avgjørdur seinnapartin. Japan er í sera góðari støðu; Senegal og Kolumbia stríðast innanhýsis um víðari luttøku.

Tvey upplegg sunnukvøldið; James er avgjørt viðvirkandi til, um Kolumbia spælir seg víðari í dag ella ikki. Bayern Munchen-stjørnan, Falcao og hinir bresta saman við spennandi liðnum hjá Senegal seinnapartin
(Mynd: EPA)

Tvey upplegg sunnukvøldið; James er avgjørt viðvirkandi til, um Kolumbia spælir seg víðari í dag ella ikki. Bayern Munchen-stjørnan, Falcao og hinir bresta saman við spennandi liðnum hjá Senegal seinnapartin (Mynd: EPA)

2018-06-28 11:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bólkur H varð skýrdur sum helst tann mest opni bólkurin undan endaspælinum í Russlandi. Undan seinastu dystunum liggja trý lið sera jøvn, meðan Pólland hevur útspælt sín leiklut.

Eftir eina sannførandi undankapping, hava póllendingarnir ikki sæð gott út í  Russlandi. 2-1 tap fyri Senegal og 3-0 tap fyri Kolumbia er úrtøkan. Pólland kann tó arga Japan seinnapartin.

Japanarar fingu eitt týndingarmikið mál til 2-2 í undirhaldandi dystinum ímóti Senegal. Hetta ger, at Japan við 100 % vissu kann standa seg við javnleiki í dag. Og um Kolumbia ikki fær stig, so kemur Japan eisini víðari, sjálvt um talan gerst um tap ímóti Lewandowski og co.

Í Samara er alt uppá spæl, tá Kolumbia við trimum stigum, og Senegal við fýra stigum bresta saman. Eins og hjá Japan, so er nóg mikið við javnleiki hjá Senegal. Eitt tap kann eisini senda Senegal víðari, um Japan ikki vinnur. So spælir málúrtøka og møguliga annað inn. 

Kolumbia reisti seg sunnukvøldið, tá suðuramerikanska liðið spældi góðan fótbólt og vann 3-0 í sera umráðandi dystinum ímóti Póllandi. Við James Rodriguez aftur frá byrjan og í hopla, syrgdi Kolumbia fyri at lagnan framvegis er á egnum hondum. Vinnur Kolumbia í dag, ja so er liðið víðari. Um tað endar við javnleiki í Samara, so hevur Kolumbia tørv á hjálp frá Póllandi.

Alt í alt kann tað gerast sera spennandi til seinasta bríksl í bólki H. Einki afrikanskt ella asiatiskt lið hevur spælt seg víðari higartil, men tað er møguleiki fyri báðum her. Hetta vilja kolumbianrar tó forða fyri, og so kunnu póllendingar eisini seta fót fyri Japan. Alt er uppá spæl, nú seinastu londini í áttandapartsfinaluni skulu finnast. 

Báðir dystirnir byrja kl.15.00: 

Japan – Pólland (KVF - DR 3)

Senegal - Kolumbia (KVF - DR 1)


Støðan undan seinasta umfarið:

Japan 4 (+1)
Senegal 4 (+1)
Kolumbia 3 (+2)
Pólland 0 (-4) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder