placeholder
Fótbóltur

Lagt er upp til javnan dyst á Tórsvølli hóskvøldið

Olimpija Ljubljana er ein lítil favorittur hjá veddingarfyritøkunum og er styrkismett nøkur fá pláss omanfyri KÍ hjá UEFA.

Páll Klettskarð og hinir spældur javnleik í 2. umfari í bólkaspælinum. Trý stig er málið í 3. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

Páll Klettskarð og hinir spældur javnleik í 2. umfari í bólkaspælinum. Trý stig er málið í 3. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-23 20:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin 26. oktober klokkan 17.45 spælir KÍ sín triðja dyst í UEFA Europa Conference League bólkaspælinum. Higartil hava føroyameistararnir tapt tepurt í Bratislava (2-1) og spælt málleysan javnleik á heimavølli móti franska Lille.

Nú er triðja mótsstøðuliðið í bólkinum á skránni, og tað er tað, sum KÍ á pappírinum hevur best møguleika at vinna á. Olimpija Ljubljana hevur tapt báðar sínar dystir higartil.

Slovenska meistaraliðið er, eftir evropeiskum úrslitum frá 2018 til og við 2022, styrkismett bert ellivu pláss omanfyri KÍ. 

[object Object]
Listin á uefa.com, ið er bygdur á úrslit í evropeisku kappingunum seinastu árunum (Mynd: UEFA)

Harvið er lagt upp til tættan dyst, og veddingarfyritøkurnar hava eisini útiliðið sum evarska lítlan favoritt. Oddsini á sigur til slovensku gestirnar á Tórsvølli liggja millum 2,35 og 2,45 - væl lægri enn hjá øðrum mótsstøðuliðnum hjá KÍ í ár.

Ein javnleikur liggur umleið 1,00 hægri, og KÍ-sigur gevur pengingin beint undir ella beint yvir tríggjar ferðir aftur - alt eftir hvør veddingarfyritøka talan er um. 

Liðið hjá Magna Hoseth hevur higartil spælt fýra javnleikir og vunnið ein á heimavølli í Evropa. KÍ skal eftir sigrinum, um málið um víðari luttøku skal røkka. Øll liðini spæla tvær ferðir móti hvørjum øðrum.

Bólkur A
Slovan Bratislava 6 stig
LOSC Lille 4 stig
KÍ 1 stig
Olimpija Ljubljana 0 stig

Hóskvøldið 26.10
17.45: KÍ - Olimpija Ljubljana

Atgongumerki fáast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder