Eftir landsliðssteðg varð 3. umfar í Betrideildini hjá monnum spælt 2. páskadag og týskvøldið.
Støðan eftir trý umfør:
1. B36 9 stig
2. Víkingur 9 stig
3. KÍ 6 stig
4. HB 6 stig
5. 07 Vestur 6 stig
6. NSÍ 3 stig
7. Skála 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig
4. umfar byrjar leygardagin, tá uppflytarin Skála tekur ímóti KÍ. Trífaldu føroyameistararnir hava havt heldur tvørliga byrjan uppá 2024 men kunnu koma upp á níggju stig, um tað eydnast at vinna á Skála.
Fýra dystir eru sunnudagin, harav tríggir byrja klokkan 15 og tann eini - tann á Toftum - klokkan 17.
Mynd: fsf.fo
Tað eru rímiliga greiðir favorittar í flestu dystunum í umfarinum, men ymiskt bendir eisini á, at fleiri verða áhugaverdir og spennandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald