Fótbóltur

Lagt verður til brots leygardagin

07 Vestur - Víkingur er allarfyrsti dystur, sum er á skránni í Betrideildini 2024. Hini átta liðini spæla sínar fyrstu dystirnar sunnudagin.

Víkingur tapti á Dungasandi mitt í juni í fjør men tapti síðani ikki aftur. 07 Vestur-liðið hevur verið fyri nógvum broytingum í vetur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingur tapti á Dungasandi mitt í juni í fjør men tapti síðani ikki aftur. 07 Vestur-liðið hevur verið fyri nógvum broytingum í vetur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-03-06 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er ikki nógv eftir av niðurteljingini. Sum vant gleða føroyskir fótbóltsfjepparar seg nógv til mars, tá liðini aftur skulu spæla um stig.

1. deild hjá monnum byrjar leygardagin, NSÍ og KÍ spæla stórsteypadystin hjá kvinnum, og so er fyrsti dysturin í bestu mansdeildini á skránni 8. mars.

Hann verður spældur í Sørvági , har Víkingur vitjar 07 Vestur. Eitt lið hevur verið fyri fáum broytingum í vetur og sær sterkt út; Víkingur verður eisini mett sum eitt lið, ið kann bjóða av millum tey allarfremstu aftur.

Útifrá eru fleiri spurnartekin við 07 Vestur, tí so stór útskifting hevur verið í spælarahópinum - umframt at nýggjur høvuðsvenjari er. Allarflestu av nýggju spælarunum hava ikki spælt í Føroyum áður, so tað verður áhugavert at síggja. Dysturin byrjar klokkan 17.

Hildið verður fram sunnudagin, tá hini átta liðini í Betrideildini hjá monnum skulu í eldin. Mest spennandi dysturin á pappírinum er helst tann í Gundadali, har uppflytararnir NSÍ vitja. Dystirnir eru nakað spjaddir út, so til ber at síggja fleiri dystir um ein hevur hug til tað.

[object Object]

Skíggjamynd: FSF

HER sæst yvirlit yvir dómarar í 1. umfari.

Portalurin fer sum vant at fylgja væl við. Vit hava beinleiðis dagføringar á forsíðu okkara til allar dystirnar - í nýggjum skapi og í samstarvi við dystir.fo. Vit hava eisini myndir, dystarfrásøgnir o.a.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder