Eftir eitt ár sum høvuðsvenjari hjá Derby varð Frank Lampard settur í høvuðsvenjarastarvi í felagnum, har hann var longst, og har hann vann alt sum leikari. Tá 41-ára gamli venjarin tók við eftir Maurizio Sarri, Eden Hazard var farin til Real Madrid, og Chelsea hevði keypsbann. Liðið var yngri enn vanligt, men tað eydnaðist aftur at koma í Champions League, og Lampard og hansara menn rukku finaluni í FA Cup.
Hon endaði við tapi fyri Arsenal, og farna summar styrkti Chelsea seg við leikarum fyri beint yvir 200 milliónir pund samanlagt. Timo Werner, Kai Havertz, Ben Chilwell og Thiago Silva vóru millum leikararnar, ið komu inn, men tað hevur ikki eydnast hjá teimum blákløddu úr London at fáa tað at hanga saman, hóast Chelsea framvegis er í Champions League.
Liðið vann í gjár 3-1 á Stamford Bridge á Luton í FA Cup. Tammy Abraham gjørdi hattrikk, men hetta varð seinasti dystir hjá Lampard. Tapið fyri Leicester týskvøldið gjørdi, at Chelsea misti enn eitt týðandi fet í oddastríðnum. Nú er Chelsea nummar níggju - fimm stig frá fjórða plássinum og ellivu frá fyrsta plássinum. Leysasøgur hava gingið seinastu tíðina um Lampard, ið tapti fýra dystir í desember, og í dag varð so kunngjørt, at 42-ára gamli venjarin er uppsagdur, og at Thomas Tuchel verður settur heilt skjótt.
Roman Abramovich sigur í fráboðan, at hetta var ein sera torfør avgerð at taka, serliga tí at hann hevur so stóra virðing fyri og eitt tætt samband við Frank Lampard, ið hevur arbeitt so gróthart. Russiski eigarin, ið ikkki so sjálvdan sigur venjarar úr starvið, slær tó fast, at undir umstøðunum verður mett, at tann rætta avgerðin er skifta venjara.
Thomas Tuchel var seinast venjari hjá PSG. Hann varð sagdur úr starvi í franska høvuðsstaðnum um jólini.
Fótbóltur
Lampard hevur fingið sekkin
Eftir eitt og hálvt ár sum oddamaður í Chelsea er fyrrverandi miðvallarin liðugur í felagnum. Thomas Tuchel er á veg inn, sambært altjóða miðlum.
Úrslitini hjá Lampard seianstu tíðina hava verið alt annað enn góð (Mynd: EPA)
2021-01-25 14:17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald