Annað

Landið letur 15 milliónir í stuðli til Oyggjaleikirnir

Hetta er greitt, eftir at stórur meirluti var til atkvøðugreiðsluna við 3. viðgerð í gjár. Samanlagdi kostnaðurin er 22 milliónir - hinir sjey milliónirnar skulu koma inn frá atgongumerkjum og sponsorum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, legði uppskot til heimildarlóg fyri Løgtingið til tess at geva bindandi tilsøgn um stuðul. Yvir næstu trý árini skulu 15 milliónir latast - hetta til millum annað samskipan og marnkaðarføring (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, legði uppskot til heimildarlóg fyri Løgtingið til tess at geva bindandi tilsøgn um stuðul. Yvir næstu trý árini skulu 15 milliónir latast - hetta til millum annað samskipan og marnkaðarføring (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-22 18:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sirið Stenberg hevði lagt uppskot til heimildarlóg fyri Løgtingið um stuðul til Oyggjaleikirnir 2027, og stór undirtøka var fyri hesum. 

Onkrar viðmerkingar vóru í Mentanarnevndini. Millum annað gjørdi Súsanna Bertholdsen av Tvøroyri vart við, at Suðuroyggin als ikki sleppur upp í part, tá Føroyar skulu hýsa Oyggjaleikunum. Tó mældi nevndin til at samtykkja uppskotið hjá Sirið Stenberg, ið sjálv er úr Vági.

26 atkvøður vóru fyri uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni í Mentamálum og bert tríggjar ímóti. Tað snýr seg um bindandi tilsøgn á 15 millónir yvir tey næstu trý árini.

Á heimasíðuni hjá Almanna- og Mentamálaráðnum verður upplýst, at Oyggjaleikirnir í Føroyum fara at kosta umleið 22 milliónir krónur. Tað er til at samskipa, marknaðarføra,til ferðing og samskifti, og harumframt til at seta og enda leikirnar. Lagt verður upp fyri inntøkum frá atgongumerkjum og sponsorum á umleið 7 milliónir krónur, so at alt gongur upp. 

ÍSF væntar, at umleið  3.000 fólk úr øðrum londum fara at luttaka í Oyggjaleikunum. Harumframt væntast umleið 1.000 fólk úr øðrum londum sum áskoðarar til leikirnar, sum fara at vara í átta dagar. Ítróttarsamband Føroya hevði víst á tørvin á stuðli frá landinum til aðru Oyggjaleikirnir í Føroyum, skrivar ammr.fo.

Upprunaliga skuldu vit hýsa í 2031, men tá Ynis Mon gav avboð, fall tað Føroyum í lut at vera vertir í 2027.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder