Hondbóltur

Landsdystirnir móti Ukraina útsettir

Kvinnurnar skuldu eftir ætlan spæla 25. og 29 mars í EM-undankappingini. Dystirnir eru útsettir til fyrst í juni.

Seinast føroyska kvinnulandsliðið spældi undankappingardyst var í september í fjør, tá Rumenia vitjaði (Mynd: Sverri Egholm)

Seinast føroyska kvinnulandsliðið spældi undankappingardyst var í september í fjør, tá Rumenia vitjaði (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-13 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbólturin í Føroyum er niðurlagdir komandi tvær vikurnar, og nú er greitt, at kvinnulandsdystirnir, sum skuldu verða síðst í hesum mánaðinum eru útsettir.

Hesum boðar Hondbóltssamband Føroya frá seinnapartin. 

EHF, evropeiska hondbóltssamgongan, hevur í dag boðað frá, at orsaka av truplu støðuni við Corona-smittuni eru allir EM-undankappingardystirnir í mars útsettir.

Fyri føroyska kvinnulandsliðið er talan um dystin heima móti Ukraina 25. mars og úti móti Ukraina 29. mars. Dystirnir eru útsettir til fyrstu viku í juni mánaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder