Hondbóltur

Landskappingarnar fara í gongd um tíggju dagar

Sunnudagin 15. september verða fyrstu dystirnir í SMS- og Okkara kappingini í kappingarárinum 2019-20 leikti.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-05 19:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Longu í fyrsta umfari eru fleiri áhugaverdir dystir. Liðini, sum leiktu heili 5 finalur undanfarnað kappingarár, H71 og Neistin, møtast longu í fyrst umfari, meðan tað eisini verður spennandi at síggja VB aftur í bestu deildini hjá kvinnum. Tær taka ímóti VÍF á heimavølli í Vági.

Full kappingarskráin fyri SMS- og Okkara-deildina sæst á heimasíðuni undir "Kappingar"

Leygardagin verða stórsteypadystirnir, dystirnir um Lionsbikarið, í Hoyvíkshøllini. 

Klokkan 16 spæla kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF og klokkan 18 millum mansliðini hjá H71 og Neistanum

HSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder