Seinasta vikuskifti vóru steypafinalurnar á skránni, har H71 vann hjá bæði kvinnum og monnum.
Í gjár varð fyrsti landskappingardystur hjá kvinnum í meira enn ein mánað leiktur. Hann var í Vági, har Neistin vann við við tíggju málum.
Í dag eru útiliðini greiðir favorittar. Flestu liðini hava fýra dystir eftir, áðrenn hálvfinalurnar verða leiktar. Greitt er tó longu nú, at Kyndil, Neistin VÍF, og H71 fáa fýra tey fremstu plássini. Spurningurin er bara, hvørjum plássi liðini enda á, tí tætt er.
VÍF, ið tapti við einum máli í steyafinaluni fyri viku síðani, vitjar í Klaksvík - tað er uttn Agnas Olsen á liðnum, tí spælskiparin fekk skaða í fótliðin í finaluni (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hjá monnum verða fyrstu dystirnir í 2020 leiktir. Lyklauppgerðin er í Kollafirði, men um Kyndil vinnur á Skála livir vónin hjá teimum grønu eitt sindur. VÍF er størsti favoritturin í umfarinum. Fimm umfør resta í.
SMS-deildin:
24.02
VB - Neistin 17-27
Toppskjúttar: Gunnfríð Pálsdóttir Nolsóy 10 mál, Slobodanka Bandobranski 9 mál
25.02 - í dag:
14.00: StÍF - Kyndil
15.00: Stjørnan - VÍF
1. Kyndli 20 stig (13 dystir)
2. Neistin 20 stig (15 dystir)
3. VÍF 19 stig (14 dystir)
4. H71 18 stig (14 dystir)
5. Stjørnan 9 stig (14 dystir)
6. StÍF 7 stig (14 dystir)
7. VB 4 stig (14 dystir)
Okkara-deildin:
25.02
16.00: StÍF - Kyndil
KÍF - Neistin (Kann stroymast her)
17.00: Team Klaksvík - VÍF
1. H71 22 stig
2. Neistin 16 stig
3. VÍF 16 stig
4. StÍF 15 stig
5. KÍF 13 stig
6. Kyndil 8 stig *
7. Team Klaksvík 0 stig
*Ein dyst færri - 12 í mun til 13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald