Fótbóltur

Landsliðið datt fýra pláss aftur

Fifa-styrkilistin er dagførdur í dag.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-29 12:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska manslandsliðið í fótbólti er dottið fýra pláss niðureftir á styrkilistanum hjá Fifa yvir heimsins landslið.

Føroyar eru nú nummar 129 í heiminum, beint undir Niger í Afrika og beint oman fyri Komoroyggjar út fyri eysturafrikansku strondina.

Tá styrkilistin seinast varð dagførdur, lá føroyska landsliðið á 125 plássi, men á listanum, ið varð kunngjørdur í dag, liggja vit fýra pláss longur niðri. Í desember vóru vit nummar 123 og í oktober í fjør 122.

Um vit bert hyggja eftir teimum 55 londunum, sum eru í evropeisku fótbóltssamgonguni, Uefa, so hava vit alt hetta seinasta árið ligið á 47. plássi. Evropeisku londini, sum liggja aftan fyri okkum eru Lettland (132), Litava (146), Andorra (153), Moldova (171), Malta (172), Liktinstein (199), Gibraltar (201) og San Marino (211).

Argentina liggur á fyrsta plássi á heimsstyrkilistanum framman fyri Fraklandi, Brasil og Onglandi.

Danmark er nr. 19, Svøríki nr. 23, Skotland nr. 30 Noreg nr. 44, Finnland nr. 54 og Ísland nr. 67.

Hyggja vit at londunum, sum Føroyar eru í bólki saman við í inniverandi EM-undankapping, so er Kekkia nummar 37 (+1), Albania nr. 65 (+3) , Moldova nr. 164 (+7) og Poland nr. 26 (-3). 

Kvinnustyrkilistin varð dagførdur seinast 9. juni. Her liggja Føroyar nummar 100, nummar 43 í Evropa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder