Fótbóltur

Landsliðið kemur saman seinnapartin

Hósdagin vitjar Svøríki á Tórsvølli, og sunnudagin eitur uppgávan Spania í Gijón. Fyrsta venjing er klokkan 17 í dag.

Eftir næstan tríggjar mánaðir í ymisku feløgunum, kemur føroyski landsliðshópurin saman aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir næstan tríggjar mánaðir í ymisku feløgunum, kemur føroyski landsliðshópurin saman aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-02 14:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svøríki og Spania eru í havsbrúnni. Tvær heilt ymiskar uppgávur - báðar sera truplar. Svøríki kom longri til HM-endaspælið í fjør, men Spania á útivølli í seinna dystinum verður allarshelst ein truplari uppgáva. 

Føroyska liðið byrjar av álvara fyrireikingarnar í dag, tá leikararnir koma saman á Hotel Føroyum eftir ymisku uppgávurnar í vikuskiftinum.

[object Object]
(Jóan Símun Edmundsson er við aftur í føroyska hópinum - Mynd: Sverri Egholm)

Hópurin, ið er næstan tann sami sum til dystirnar móti Spania og Norra í juni, venur fyri fyrstu ferð í dag - klokkan 17 á Tórsvølli. Lars Olsen og Jóannes Jakobsen skulu fyrirreikar sínar menn og finna útav, hvussu best er at stilla upp hóskvøldið.  


Føroyski A-landsliðshópurin:

Málmenn: 
Gunnar Nielsen, FH
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ

Verjuleikarar:
Atli Gregersen, Víkingur
Andrias Eriksen, B36 (upprunaliga Odmar Færø)
Viljormur Davidsen, Vejle
Gilli Rólantsson Sørensen, Brann Bergen
Hørður Askham, HB 
Magnus Egilsson, HB
Heini Vatnsdal, Fremad Amager
Rógvi Baldvinsson, Bryne 

Miðvallarar: 
Rene Shaki Joensen, HB
Hallur Hansson, Horsens
Brandur Hendriksson Olsen, FH
Árni Frederiksberg, B36 
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ 
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur
Meinhard Egilsson Olsen, Kristansund

Áleyparar: 
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, KÍ 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder