Føroyska A-landsliðið í fótbólti er fallið 13 pláss aftur á styrkilistanum hjá Fifa.
Landsliðið hjá Håkan Ericsson hevur hetta seinasta árið spælt 10 landsdystir, harav átta eru endaður við tapi, meðan tveir eru endaðir við javnleiki.
Javnleikirnir eru 1-1 á heimavølli í vinardysti móti Kosovo í november í fjør og 1-1 í EM-undankappingardysti á útivølli móti Moldova í mars í ár.
Í oktober í fjør varð føroyska liðið mett at vera nummar 122 av teimum 211 limalondunum hjá Fifa. Síðan er tað gingið støðugt afturá. Í desember lógu vit á 123. plássi, í apríl í ár 125, í juni og juli 129, í september 131 og á seinasta styrkilistanum liggja vit á 135. plássi aftan fyri Litava og beint oman fyri Kuvait.
Í Evropa er føroyska landsliðið nummar 49 av 55 limalondum í Uefa. Bert Moldova, Andorra, Malta, Gibraltar, Liktinstein og San Marino liggja aftanfyri. Bæði Lettland og Litava fóru fram um okkum á nýggjasta listanum. Fyri einum ári lá eisini Aserbajan aftan fyri okkum.
Argentinska landsliðið verður í løtuni mett at vera heimsins sterkasta, framman fyri Fraklandi og Brasil. Danmark er nummar 19, Svøríki nr. 23, Noreg nr. 42, Finnland nr. 62 og Ísland nr. 67.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald