placeholder
Fótbóltur

Landsliðið móti Malta og Kosovo verður úttikið mánadagin

Fótbóltslandsliðið skal spæla Nations League dystir 7. og 10. september.

Mynd: Hans Erik Danielsen

Mynd: Hans Erik Danielsen

2018-08-23 13:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Um góðar tvær vikur skal A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá UEFA Nations League verður sparkað í gongd. Fyrsti dysturin er á heimavølli móti Malta fríggjadagin 7. september, og tríggjar dagar seinni skal føroyska liðið spæla á útivølli móti Kosovo.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 27. august. Á tíðindafundinum fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, at úttaka endaliga hópin til dystirnar móti Malta og Kosova, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðu síni.

23 spælarar skulu boðsendast, men longu nú er greitt, at Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen, Rene Shaki Joensen, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Brandur Hendriksson Olsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Finnur Justinussen og Jóan Símun Edmundsson verða í fyrsta Nations League-hópinum hjá landsliðsvenjaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder