Hondbóltur

Landsliðið strandað í Føroyum tvey samdøgur áðrenn lagnudystin í Skopje

Mjørki og umstøðurnar í Vágum leggja meinbogar í vegin. Nú hyggur Hondbóltssambandið uppá loysnir fyri at fáa hópin uppá pláss einaferð í Norðurmakedónia í morgin.

Føroysku spælararnir noyðast at bíða við tolni (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku spælararnir noyðast at bíða við tolni (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-10 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gongur ikki væl hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti at sleppa úr Føroyum í samband við avgerandi HM-dystin í Skopje.

Fyrst varð túrurin úr Føroyum útsettur frá klokkan 14.30 til 16.00. Tað gjørdist tó greitt, at flogfarið úr Keypmannahavn ikki fekk lent vegna mjørka og tær umstøðurnar, sum tað hevði við sær.

Tað var í "holding" - fleyg omanfyri í nærum ein tíma, eftir at tað í fyrstu syftu ikki fekk lent. Tað var ógvuliga nær við, men nú er hetta flogfarið ávegis til Keflavíkar.

[object Object]
Bíðsitøða í mjørkanum...tað var ógvuliga nær við, at flogfarið úr Keypmannahavn, sum føroyska landsliðið skuldi við aftur hinvegin, lendi. (Mynd: Sverri Egholm)

Atlantic hevur boðað frá, at nærri kunning kemur klokkan 18. Tað stendur tó greitt, at hetta flogfarið er avlýst, og at føroyski hópurin ikki sleppur til Keypmannahavnar í kvøld - og harvið heldur ikki víðari til Norðurmakedónia.

Tað verður ístaðin einaferð í morgin - spurningurin er nær og við hvørjari rutu. Sum skilst er ein møguleiki fyri, at landsliðið fer til Billunds í kvøld og síðani víðari fyrrapartin í morgin. Í øllum førum eru fyritreytirnar í fyrireikinginum til dystin versnaðar.

Umboð fyri Hondbóltssambandið arbeiða við loysnum í løtuni - vit frætta meira seinni.

[object Object]

[object Object]
Føroysku spælararnir royna at stytta sær stundir og halda góða lagnum. Teir fara nú at bíða á Hotel Vágum eina løtu (Myndir: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder