Fótbóltur

Landsliðið verður úttikið kl. 10

Føroyar spæla dystir 7. og 10. Juni.

Lars Olsen, landsliðsvenjari

Lars Olsen, landsliðsvenjari

2019-05-28 09:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyska fótbóltslandsliðið tekur í næstum ímóti Spania og Norra á Tórsvølli. Fyrri dysturin verður móti Spania tann 7. juni, meðan næsta uppgávan er Norra tann 10. juni.

Norski landsliðsvenjarin Lars Lagerbäck tók sín hóp út í gjár, og nú kl. 10 fer Lars Olsen at taka føroyska hópin út.

Onkrar smávegis broytingar verða í hópinum hesaferð, í mun til landsdystirnar móti Malta og Rumenia, sum vóru í mars mánað. Millum annað er Gunnar Nielsen skaddur, og tí skal annar málverji úttakast í staðin fyri hann, skrivar FSF á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder