Fótbóltur

Landsliðsleikarar halda ikki fram í B36

Bjarni Petersen og Hannes Agnarsson fara undir lesnað í Danmark næsta ár - báðir hava spælt yvir 100 dystir fyri felag sítt.

Hannes Agnarsson hevur skorað fimm mál fyri B36 ár, verið við í fleiri øðrum og hevur - við serliga sínari ferð - skapt nógva órógv hjá verjum (Mynd: Sverri Egholm)

Hannes Agnarsson hevur skorað fimm mál fyri B36 ár, verið við í fleiri øðrum og hevur - við serliga sínari ferð - skapt nógva órógv hjá verjum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-16 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimasíðan bolt.fo hevur seinasta samdøgrið skriva um tveir B36-leikarar, ið júst hava verið við A-landsliðnum, sum ikki halda fram í felagnum, orsakað av útbúgving í Danmark. Talan er um Hannes Agnarsson og Bjarna Petersen.

Báðir hava spælt líka yvir 100 dystir - ávíkavist 105 og 110 - fyri besta liðið hjá felagið sínum; felaginum teir eru vaksnir upp í. Bjarni Petersen hevur tó eisini spælt fyri TB og AB sum heilt ungur og spældi fimm dystir í Betrideildini fyri EB/Streym.

[object Object]
Bjarni sum 20-ára gamal, í samrøðu við Portalin eftir evropeiskan dyst 

[object Object]
Bjarni Petersen sum liðformaður á U21-landsliðnum, har hann spældi 14 dystir (Mynd: Sverri Egholm)

Leikararnir, ið eru ávíkavist 22 og 23-ára gamlir, vóru báðir við til at vinna minniliga steypagullið í 2018, og tað var Hannes, sum skoraði málið, ið sendi finaluna móti HB í longda leiktíð. Hannes Agnarsson og Bjarni Petersen hava spælt ávíkavist ellivu og tólv evropeiskar dystir fyri felagið og hava verið við til fleiri stórar løtur har - tildømis spæld Bjarni í 1-2 sigrinum í Montenegro í 2018, tá B36 kom víðari, og var eisini við í 4-3 sigrinum í longdari leiktíð á Levadia á Tórsvølli í fjør, har Hannes Agnarsson skoraði tað avgerandi málið.

[object Object]
Hannes Agnarsson - her í dystinum móti Levadia í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Hann slapp tíverri ikki á vøllin dagin eftir orsakað av mistaki á útskiftingarlepanum og tvørum dómarum. Næsta ár fer Hannes, eftir ætlan, undir at lesa til lækna í danska høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Báðir leikararnir hava javnan víst lovandi taktir, tó at teir hava verið heldur plágaðir av skaðum - serliga Hannes Agnarsson. Í ár eru báðir innkallaðir til A-landsliðið í tveimum førum eftir avboð, og Hannes fekk sínar fyrstu minuttir í dystinum móti Eysturríki í farna mánaði. Hann skuldi eisini koma inn á vøllin í Parkini, men orsakað av einum lítlum feili á útskiftingarlepanum, ið latin varð inn til fjórða dómaran, og ógvuliga tvørar dómarar, so slapp havnarmaðurin ikki inn, og tað var hann, sum vera man, ógvuliga vónbrotin av. Hetta skrivar in.fo um.

Hannes skal lesa til lækna og Bjarni til løgreglumann, sum skilst - av tí at útbúgvingin hjá Bjarna ikki byrjar fyrrenn í mai, er møguleiki fyri at verjuleikarin verður at síggja í B36 fyrstu umførini í 2022. Greitt er eisini, at Hugin Samuelsen, ið er farin undir lesnað í Danmark, og Sebastian Pingel ikki verða partur av hópinum næsta ár. Óvissa er eisini um nakrar aðrar leikarar hjá B36, hvørs kappingarár ikki er liðugt enn. Liðið skal spæla hálvfinalur í steypakappingini móti Víkingi tey bæði næstu vikuskiftini - B36 skal vinna steypakappingina fyri at koma í Evropa næsta ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder