2019-07-09 16:28
27 ára gamli Niklas Selvig vendir aftur til føroyskan hondbólt og KÍF. Hetta skrivar jn.fo.
Lámi leikarin, ið hevur verið fyrsta val á høgra vongi á føroyska landsliðnum í farnu undankapping, hevur spælt í Danmark og Íslandi seinastu kappingarárini. Seinastu tíðina hevur Selvig spælt við Stavanger IF í Noreg. Niklas Selvig umboðaði eitt stutt skifti VÍF, áðrenn hann fór av landinum at spæla.
KÍF fekk í seinasta mánaði avtalðu í lag við sterka íslendska strikuleikaran Hørður Fannar Sigtórsson, ið skiftir frá Team Klaksvík til KÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald