Framyvir verður 22 ára gamli landsliðsleikarin Elisabet Vang at síggja í umhvørvinum við Djúpumýrar í Klaksvík, og við KÍ-búmerkinum á bringuni.
Tað skal kortini ikki skiljast soleiðis, at KÍ-kvinnurnar hava fingið ein nýggjan leikara úr B36, men at besta mansliðið hjá KÍ hevur fingið nýggjan fysiskan venjara.
Gudmundur Danielsen, sum seinastu 4 árini hevur verið fysiskur venjari hjá KÍ, hevur ynskt at taka ein steðg, og í hansara stað kemur unga havnarkvinnan, sum seinastu árini hevur spælt við besta kvinnuliðnum hjá B36 og verið á landsliðnum.
Elisabet Vang og Tummas Lervig, formaður í KÍ (Mynd: Ki.fo)
Hon starvast til dagligt sum persónligur venjari og hevur í vetur havt nakrar uppgávur fyri KÍ. Hetta hevur eydnast so mikið væl, at KÍ hevur gjørt av at seta Elisabet Vang í starv. Talan er um fulltíðarstarv, og tí gevst hon - í øllum førum fyribils - við fótbóltinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald