NSÍ hevur fingið styrk til besta kvinnulið felagsins. Felagið hevur skrivað undir við Juliu Naomi Mortensen, sum eftir at hava spælt við AaB í donskum fótbólti, nú kemur heim aftur at spæla fótbólt.
Karstin Joensen, formaður í NSÍ, og Julia Naomi Mortensen (Mynd: NSÍ)
Julia Naomi Mortensen er 23 ára gomul og er av Tvøroyri. Hon spældi síni ungdómsárvið TB, men flutti til HB at spæla í 2017.
Í 2021 flutti hon til Danmarkar at lesa, og byrjaði at spæla við AGF í Aarhus. Í ár hevur hon spælt við AaB í Aalborg sum fastur leikari á miðjuni. Eisini er Julia Naomi Mortensen við á A-landsliðnum.
Umframt Naomi Mortensen hevur landlsiðsleikarin Sara Samson Lamhauge eisini longt við NSÍ.
Allan Dybczak er høvuðsvenjari á besta liðnum hjá runavíkingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald