Fótbóltur

Landsliðsliðformaðurin skal spæla í Íslandi næstu tvey árini

29-ára gamli miðvallarin hevur seinastu sjey árini spælt í donskum fótbólti. Nú hevur hann gjørt tvey-ára sáttmála við KR, íslendska høvuðsstaðarfelagið sum er tað elsta og mest vinnandi í landinum, og sum í ár endaði á triðja plássi.

Hallur Hansson hevur seinastu tveir mánaðirnar umboða Vejle - her í venjingardysti móti Íslandi í juni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hallur Hansson hevur seinastu tveir mánaðirnar umboða Vejle - her í venjingardysti móti Íslandi í juni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-22 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir nakrar mánaðir uttan nakað felag skrivaði Hallur Hansson í oktober undir stutt-tíðar sáttmála við Vejle Boldklub. Felagið lá tá, og liggur enn, á aftasta plássið í Superliguni, men Hallur gjørdi mun og við honum á liðnum vann Vejle tveir út av seks Superligu-dystum, spældi ein javnan - móti oddaliðnum FC Midtjylland har føroyingurin legði upp til 1-1 málið - og kom í hálvfinaluna í steypakappingina.

Samstarvið varð tó ikki longt, sambært in.fo partvíst tí hann ikki hóskar til konseptið hjá eigarunum, og ístaðin fer Hallur Hansson skjótt at spæla í Íslandi.

Hetta er vorið greitt seinnapartin, eftir at KR á heimasíðu sínari hevur kunngjørt, at tvey ára sáttmáli er gjørdur við føroyska landsliðsliðformannin: 

- Hallur er ein ágangandi og hart arbeiðandi, ið tað mesta av sínari yrkisleið hevur spælt í donskum fótbólti, men hevur eisini spælt í skotskum og føroyskum fótbólti. Samanlagt hevur Hallur spælt 283 dystir fyri síni feløg og hevur í teimum skorað samanlagt 42 mál. Hann hevur eisini spælt 67 dystir fyri føroyska A-landsliðið.

KR er elsta fótbóltsfelag í Íslandi og hevur vunnið heili 27 íslendsk meistaraheiti - seinast í 2019 - og 14 steypakappingar. Talan er um mest vinnandi felagið í Íslandi, og skal eftir triðja plássið hetta kappingarárið spæla í UEFA Conference League í 2022. Har skal 29-ára gamli Hallur Hansson royna at gera mun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder